sigur, at handlar kunnu lata hesar matvørur til vælgerandi endamál við teirri treyt, at handilin tekur ábyrgd av, at matvøran er í lagi, soleiðis at fólk ikki verða sjúk Tað er eisini ein treyt, at farið [...] treyt, at matvøran er vard móti dálking, og at tann, sum savnar inn, og letur víðari, handfer matvørurnar, soleiðis at matvørutrygdin er í lagi. Hinvegin sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan, at matvørur [...] herfyri, tá ið hon setti forðingar fyri, at handlar lótu útgingnan mat til vælgerandi endamál. Annars hevur verið vanligt, at vælgerandi felagsskapir fingu hann at geva fólki, sum vóru fíggjarliga illa fyri
fyri frælsan ítrótt, IAAF, Sebastian Coe, sigur, at hann hevur heitt á aðalstjórnina í IAAF um at kanna møguligar hættir at revsa Russland. Ein møguleiki er at útihýsa russiskum íðkarum frá OL í Rio komandi [...] skýtir kanningarleiðarin upp, at Russland og russiskir íðkarir verða útihýstir frá øllum kappingum, inntil tað er ruddað upp í skipanini. Svikið er so umfatandi, at mett verður, at tað røkkur út til nógvar [...] millum annað avdúkað, at antidopingroyndarstovan í Russlandi hevur oyðilagt 1417 dopingroyndir við vilja, fyri at oyðileggja prógv um skipaða doping. Granskingarnevndin mælir til, at fimm russiskir rennarar
verk. Men hann sigur, at eitt høvuðstilmæli, sum enn ikki er sett í verk, er, at vit skulu hava eina ferðsluskaðanevnd. Hetta er ein nevnd, sum kannar ferðsluvanlukkur út í æsir fyri at fáa greiði á, akkurát [...] kanna út í æsir fyri at lýsa orsøkina, og nevndarformaðurin í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, heldur, at soleiðis skulu vit eisini arbeiða við ferðslutrygd í ferðsluni á landi. Hann vísir á, at í øðrum londum hava [...] - Tað er eingin ivi um, at tað, vit ynskja okkum allarmest, er, at vit fáa eina skaðanevnd, sum skal útgreina tær ferðsluvanlukkur, sum henda. Tað sigur Kári Thorsteinsson, formaður í starvsnevndini í
liggur í at lokka eitt útlendskt flogfelag hendavegin. Men uppgávan eigur ikki at vera ómøgulig. – Tak nú Ryanair sum dømi. Felagið hevur lagt øgiligt trýst á stóru floghavnirnar fyri at fáa prísin [...] úrsliti, at felagið heldur flýgur til smærri floghavnir. Men við felagnum kemur ein øgilig rúgva av ferðandi. Kanska tað var ein gongd leið fyri Vága Floghavn at biðið um undantaksloyvi til at stuðla undir [...] – Myndugleikar og floghavnin eiga at strekkja seg langt fyri at fáa útlendsk flogfeløg til Føroya. Tey hava egnan kundaskara og kunnu fleirfalda okkara ferðavinnu, sigur undangongumaðurin innan føro
skúlaleiðari loyva sær at úttala seg soleiðis? – Og hvussu kennist tað at lesa, at onkur hevur skotið upp at koma eftir tær við einum stórum bili og hópneyðtaka teg? Hvat kann gerast fyri at broyta hetta rákið [...] er ikki í iva: – Eg dugi ikki at síggja nakað stuttligt í hesum. Eg haldi tað vera sjúkt. Sjálvt um eg ikki eri beinleiðis bangin, so er tað órógvandi at hugsa, at hasir tankarnir eru har úti, sigur [...] eisini segði seg vita, hvar Liljan Weihe búði, hevur sagt, at hann angarar at hava skrivað viðmerkingina. Hóast hon varð skrivað í spølni heldur hann, at hon var betur óskrivað. Slíkt grovt skemt – ella slík
viðgongur, at mong eisini gleðast um at fáa nakrar eykatímar viðhvørt. - Tað gevur eitt sindur meira í lønarposan, leggur hon aftrat. Jastrid W. Niclasen sigur, at nú skip, sum eru knýtt at Kósini, fara at fiska [...] fyri sólarmyrkingina fyri líka sum at kunna hava frí henda serstaka dag, sum øll vóru so spent eftir at uppliva. Forkvinnan í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag heldur, at ein arbeiðsdagur á átta tímar er passaligur [...] á fiskavirkinum Kósini í Klaksvík, og tað er javnan, at arbeiðsfólkið hevur verið til arbeiðis einar 10 tímar um dagin. - Jú, her hevur verið nógv at gera, og tað er serliga upsin, sum hevur givið arbeiði
hjá manningini umborð á skipi. - Roynt verður at billa Føroya fólki inn, at ov fá ungfólk fáa siglingstíð, grundað á, at tað eru ov fá skip til teirra at fáa siglingstíð við, men heimaflotin og tá serliga [...] fólk. Axel Hansen sigur, at fleiri útlendingar sigla við føroyskum skipum, og tí heldur hann, at nevndu grundgevingar eru møsn. Meira kann lesast um tað, sum Axel hevur at siga, at heimasíðuni hjá Fiskim [...] aftrat. Axel sigur, at hann gjørdist sera skakkur og ikki sørt skelkaður av at lesa Sosialin 27. mai í ár um eina nýggja kunngerð, ið Mentamálaráðið í samstarvi við Vinnuháskúlan fer at seta í gildi. - Kunngerðin
eydnaðist tað B36 at skora trý mál. Útgangsstøðið hjá okkum var at halda tørn um eina stigið, og tað kundi verið, at tað hevði eydnast, um vit ikki mistu ein mann. Ímóti Víkingi fara vit at reisa okkum aftur [...] tað í luftini, at byrjanin upp á kappingarárið hevði verið meiri enn góðkend hjá TB, og at tað ikki var góðkent hjá Víkingi. Nú hittast TB og Víkingur við Stórá, og støðutalvan sigur, at undan sjeynda umfari [...] hava víst, at vit væl kunnu megna at spæla upp ímóti teimum, sigur TB spælarin Arthur D. Poulsen, sum er leikbannaður ídag. Víkingarnir kenna seg hava fingið betri tak á spælinum og harvið at fyritreytirnar
Hann vísti á, at vit hava eitt bygnaðarligt hall, og tað merkir, at sum heild brúka vit meiri, enn vit hava í inntøkum. Tí er eisini neyðugt at tálma útreiðsluvøkstrinum. Skulu vit tosa um at fáa haldføri [...] hesin møguleikin gagnnýttur til fulnar, fer tað at kosta landskassanum 211 milliónir krónur, sigur Janus Rein. Hann heldur, at tað samsvarar illa at tosa um at fáa haldføri í búskapin, samstundis sum uppskot [...] noyðast politikarar at hava tamarhald á sær sjálvum og ikki fella fyri freistingini at gjara út við útreiðslum, heldur tingmaðurin fyri Fólkaflokkin. Hann heldur í hesum sambandi, at andstøðan í løgtinginum
stóran ekka fyri, at tað verður torført hjá teimum at sleppa til húsa. Tey heita tí á býráðið, enn einaferð, um at gera okkurt fyri at avmarka dagligu ferðsluna út á Reyn, og dylja ikki fyri, at best hevði verið [...] Hann nevndi eisini, at kommunan hevur umhugsað at opna Bringsnagøtu fyri ferðslu báðar vegir, men at fyribils var tað hugskotið vrakað. Hann lovaði tó, at kommunan skuldi hyggja at innkomnu hugskotunum [...] ppan og útbyggingin hjá Poul Hansen fara at steingja vegin niðan á Bryggjubakka. Einasti atkomumøguleiki hjá teimum verðir eftir Húsabrúgv, men tey vísa á, at tann vegurin ofta er stongdur av bilum, sum