Russland kann verða útihýst úr OL

Tað er stórur møguleiki fyri, at Russland ikki sleppur at luttaka í frælsum ítrótti í OL í Rio komandi ár.

Ein óheft kanning av antidopingarbeiðinum innan frælsan ítrótt í Russlandi tykist staðfesta illgrunan, sum mong hava havt, at russiskir íðkarar í frælsum ítrótti hava verið stórnýtarar av dopingevnum. Illgruni er nú um, at Russland hevur fingist við skipaða doping líka síðani kalda kríggið.

 

WADA, sum er altjóða felagsskapurin móti doping, almannakunngjørdi í gjár úrslitini av eini 11 mánaðir langaðari kanning av russiskum frælsum ítrótti og antidopingarbeinum har.

 

Granskingin hevur avdúkað skipaða doping, mutur og duldar positivar dopingroyndir. Tí skýtir kanningarleiðarin upp, at Russland og russiskir íðkarir verða útihýstir frá øllum kappingum, inntil tað er ruddað upp í skipanini. Svikið er so umfatandi, at mett verður, at tað røkkur út til nógvar aðrar ítróttargreinar eisisni. 

 

Forsetin í altjóða sambandinum fyri frælsan ítrótt, IAAF, Sebastian Coe, sigur, at hann hevur heitt á aðalstjórnina í IAAF um at kanna møguligar hættir at revsa Russland. Ein møguleiki er at útihýsa russiskum íðkarum frá OL í Rio komandi ár.

 

Granskingin hevur millum annað avdúkað, at antidopingroyndarstovan í Russlandi hevur oyðilagt 1417 dopingroyndir við vilja, fyri at oyðileggja prógv um skipaða doping.

 

Granskingarnevndin mælir til, at fimm russiskir rennarar og fimm venjarar fáa lívstíðarbann. Millum rennararnar eru gullvinnarin og bronsuvinnarin frá 800 metrarenningini í OL í London 2012, Marija Savinova-Farnosova og Jekaterina Poistogova.

 

Granskingarnevndin vil vera við, at tað finnast haldgóð prógv fyri, at Grigorij Rodsjenkov, stjóri á antidopingroyndarstovuni í Russlandi, hevur dult positivar dopingroyndir hjá russiskum íðkarum í fleiri ítróttargreinum. Grigori Rodsjenkov skal hava biðið um pening frá íðkarunum fyri at dylja dopingroyndirnar.

 

Sambært granskingarnevndini hevur russiska fregnartænastan, FSB, eisini hildið eygað við royndarstovuni og fleiri ferðir verið á gátt. Hetta setur spurnartekin við, hvussu óheft royndastovan av russiskum myndugleikum. 

 

So verður spennandi at síggja, hvussu leikur fer.