Tað er Súsanna Bertholdsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin á Tvøroyri, sum hevur sett landsstýriskvinnuni í mentamálum, Sirið Stenberg, nakrar spurningar um miðlingina hjá KVF av lógaruppskotinum um Suðuroyartunnilin.
Hon vil vita, um Kringvarpið livir upp til egnar leiðreglur um fjølmiðlasið og til aðalmálið hjá KVF, tá tað snýr seg um miðlingina av uppskotinum um Suðuroyartunnilin.
Spurningarnir eru soljóðandi:
1. Hvussu nógv innsløg hevur KVF gjørt um uppskotið til løgtingslóg um fyrireiking, prosjektering og útboð av Suðuroyartunlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum?
2. Hvussu ofta hevur KVF gjørt samrøðu við umboð fyri P/F Suðuroyartunnilin í hesum innsløgum?
3. Hvussu ofta hevur KVF gjørt samrøðu við umboð fyri fyritøkuna Norconsult í hesum innsløgum?
4. Hvussu ofta hevur KVF gjørt samrøðu við aðrar serfrøðingar, sum P/F Suðuroyartunnilin ráðførir seg við?
5. Er landsstýriskvinnan nøgd við miðlingina hjá KVF av uppskotinum til løgtingslóg um fyrireiking, prosjektering og útboð av Suðuroyartunlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum?
Í viðmerking til fyrispurningin vísir løgtingskvinnan á tað, sum stendur á heimasíðuni hjá KVF, har tað millum annað stendur, at:
- Kringvarpið er til fyri allar føroyingar og sum miðil byggir alt sítt virki á meginreglurnar um góðan fjølmiðlasið,
- Føroyingar hava álit á Kringvarpinum, og at álit er ein fyritreyt fyri savningarmegini í samfelagnum. Uttan álit er spjaðingin ivaleys; tá tagnar samrøðan, og einans skuldsetingar og brigsl standa eftir,
- Aðalmálið er at framleiða og senda dygdargott tilfar og á henda hátt virka fyri, at allir borgarar gerast betur førir fyri at taka støðu til og ávirka samfelagsgongdina á ein fólkaræðisligan hátt.
– Spyrjarin vil fegin vita, um KVF livir upp til egnar leiðreglur um fjølmiðlasið og til aðalmálið hjá KVF, tá tað snýr seg um miðlingina av uppskotinum til løgtingslóg um fyrireiking, projektering og útboð av Suðuroyartunlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum. Tí verða hesir spurningar settir landsstýriskvinnuni.
Landsstýriskvinnan hevur nú tvær vikur at svara spurningunum.










