Sigurd Nielsen hevur arbeitt sum handverkari. Millum annað var hann við at byggja báðar fólkaskúlarnar í kommununi. Eisini høvdu konan Elsa og hann handil í bygdini

Í dag fyllir Sigurd Nielsen 100 ár

Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri, var fyrrapartin og heilsaði upp á føðingardagsbarnið, sum er abbabeiggi hennara, og tey eru eisini grannar

Sigurd Nielsen hevur arbeitt sum handverkari. Millum annað var hann við at byggja báðar fólkaskúlarnar í kommununi. Eisini høvdu konan Elsa og hann handil í bygdini

Sigurd er føddur í Vestmanna 23. januar í 1926 og hevur búð í bygdini alt sítt lív. Foreldur hansara vóru Sanna og Jens Nielsen. Tey fingu sjey børn, og Sigurd er tann einasti av teimum, sum eftir er.

 

Hann vaks upp á Heygum í Vestmanna, og bygdu hann og konan, Elsa, hús í sama býlingi. Tey fingu seks børn. Eftirkomararnir hjá Sigurd og Elsu eru í dag 61 í tali, og tá eru makarnir hjá eftirkomaranum ikki taldir við.

 

Sigurd hevur arbeitt sum handverkari. Millum annað var hann við at byggja báðar fólkaskúlarnar í kommununi. Eisini høvdu Elsa og hann handil.

 

Nú Sigurd fyllir 100 ár, eru tað trý fólk í Vestmanna, sum eru 100 ár og eldri.

 

- Vestmanna kommuna ynskir Sigurdi hjartaliga tillukku við runda stóra degnum.

 

Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri, var fyrrapartin og heilsaði upp á føðingardagsbarnið, ið er abbabeiggi hennara, og tey eru eisini grannar.

 

Sigurd Nielsen hevur arbeitt sum handverkari. Millum annað var hann við at byggja báðar fólkaskúlarnar í kommununi. Eisini høvdu konan Elsa og hann handil í bygdini