Vildu økja útreiðslurnar 728 milliónir

Hevði andstøðan fingið sín vilja, høvdu útreiðslurnar hjá landskassanum verið yvir 700 milliónir hægri, enn tær eru í dag.

Hevði andstøðan fingið sín vilja, høvdu útreiðslurnar hjá landskassanum verið yvir 700 milliónir krónur hægri, enn tær eru í dag.

 

Tað vísti Janus Rein, tingmaður fyri Fólkaflókkin, á í sending á Rás2 seinnapartin í gjár um búskaparligu støðuna og politikkin hjá samgonguni.

 

Hann vísti á, at vit hava eitt bygnaðarligt hall, og tað merkir, at sum heild brúka vit meiri, enn vit hava í inntøkum. Tí er eisini neyðugt at tálma útreiðsluvøkstrinum.

 

Skulu vit tosa um at fáa haldføri í búskapin, noyðast politikarar at hava tamarhald á sær sjálvum og ikki fella fyri freistingini at gjara út við útreiðslum, heldur tingmaðurin fyri Fólkaflokkin.

 

Hann heldur í hesum sambandi, at andstøðan í løgtinginum hevur ikki víst ábyrgd.

 

Janus Rein sigur, at hann hevur roknað út, hvat tey uppskotini, andstøðan hevur lagt fyri løgtingið, síðani hetta tingárið byrjaði á ólavsøku, høvdu kostað landskassanum.

 

Vórðu tey uppskotini samtykt, høvdu tey kostað landskassanum tilsamans 728 milliónir krónur í útreiðslum, sigur Janus Rein.

 

Men, hann leggur afturat, at samstundis, sum at andstøðan hevur lagt øll uppskotini fram, hevur hon ikki víst á, hvussu tey skulu fíggjast.

 

Hann nevnir eitt dømi, og tað er eitt uppskot frá Kristinu Háfoss og Sirið Stenberg í Tjóðveldi um, at peningur, sum verður latin til vælgerandi endamál, skal kunna dragast frá í skatti, tó í mesta lagi við 15.000 krónum um árið.

 

- Tankin er góður, men Tjóðveldi sigur einki um, hvussu tað skal fíggjast. Men, verður hesin møguleikin gagnnýttur til fulnar, fer tað at kosta landskassanum 211 milliónir krónur, sigur Janus Rein.

 

Hann heldur, at tað samsvarar illa at tosa um at fáa haldføri í búskapin, samstundis sum uppskot verða løgd fyri tingið, sum kosta landskassanum 728 milliónir krónur, uttan at vísa á, hvussu tey skulu fíggjast.

 

Les um ein hálvan tíma, hví Sirið Stenberg, tinkvinna fyri Tjóðveldi, ikki er samd við Janusi Rein.