Tryggið útlendingum føroyaflúgving

– Myndugleikar og floghavnin eiga at strekkja seg langt fyri at fáa útlendsk flogfeløg til Føroya. Tey hava egnan kundaskara og kunnu fleirfalda okkara ferðavinnu, sigur undangongumaðurin innan føroyaflúgving, 88 ára gamli Lars Larsen, í stórari samrøðu í Sosialinum í dag

– Myndugleikar og floghavnin eiga at strekkja seg langt fyri at fáa útlendsk flogfeløg til Føroya. Tey hava egnan kundaskara og kunnu fleirfalda okkara ferðavinnu, sigur undangongumaðurin innan føroyaflúgving, 88 ára gamli Lars Larsen, í stórari samrøðu í Sosialinum í dag.

 

– Eingin ivi er um, at tað hvílir ein stór ábyrgd á Atlantsflog í dag. Felagið má fáa útlendsk ferðafólk til Føroya, so ferðavinnan her heima kann mennast. Tað eigur at bera til, nú felagið hevur nýggj og góð flogfør at arbeiða við.

 

Tað sigur 88 ára gamli Lars Larsen, the grand old men í føroyskari flogferðslu, í samrøðu við Sosialin í dag.

 

Lars Larsen er sannførdur um, at myndugleikarnir og Vága Floghavn eiga at strekkja seg langt í royndini at fáa eitt útlendskt flogfelag í rutuflúgving hendavegin.

 

– Ícelandair hevur fingið øgiliga nógva og harða kapping frá fleiri flogfeløgum. Sjálvandi tekur tað nakað frá felagnum, men primert hava kappingarneytarnir útvegað sær sínar egnu kundar. Tí er íslendska ferðavinnan fleirfaldað.

 

Lars Larsen sigur seg vera greiðan yvir stóru avbjóðingina, sum liggur í at lokka eitt útlendskt flogfelag hendavegin. Men uppgávan eigur ikki at vera ómøgulig.

 

– Tak nú Ryanair sum dømi. Felagið hevur lagt øgiligt trýst á stóru floghavnirnar fyri at fáa prísin niður, ofta við tí úrsliti, at felagið heldur flýgur til smærri floghavnir. Men við felagnum kemur ein øgilig rúgva av ferðandi. Kanska tað var ein gongd leið fyri Vága Floghavn at biðið um undantaksloyvi til at stuðla undir ein pioner, sum vildi royna at flúgva upp á Føroyar, heldur Lars Larsen, sum leggur afturat, at í slíkari støðu má Atlantsflog sjálvsagt fáa somu treytir sum kappingarneytin.

 

Sosialurin fæst í sølubúðum kring landið – og kann eisini keypast á sos.fo