Neyðtøka sum skemt ella hóttan

»Vit hópneyðtaka Liljuna Weihe!« So bersøgin var ein ungur maður á Facebook í síðstu viku. Ein skúlaleiðari tók undir við honum

»Vit hópneyðtaka Liljuna Weihe!« So bersøgin var ein ungur maður á Facebook, eftir at hann í síðstu viku var ósamdur við háttinum, sum Liljan Weihe nýtti at interviewa Karsten Hansen í sjónvarpsstovuni. Fleiri viðmerkjarar stuðlaðu ógvusligu útsøgnini – millum annað ein føroyskur skúlaleiðari.

 

– Hvar gongur markið fyri útsagnum á Facebook, spyr Vikuskifts-Sosialurin í dag. Kann ein skúlaleiðari loyva sær at úttala seg soleiðis?

 

– Og hvussu kennist tað at lesa, at onkur hevur skotið upp at koma eftir tær við einum stórum bili og hópneyðtaka teg? Hvat kann gerast fyri at broyta hetta rákið, og hvat siga grannalondini?

 

Offrið í skemtinum, Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpinum, er ikki í iva:

 

– Eg dugi ikki at síggja nakað stuttligt í hesum. Eg haldi tað vera sjúkt. Sjálvt um eg ikki eri beinleiðis bangin, so er tað órógvandi at hugsa, at hasir tankarnir eru har úti, sigur hon.

 

Maðurin, sum skrivaði viðmerkingina, sigur, at hetta als ikki skuldi skiljast sum ein verulig hóttan ímóti Liljuni Weihe. Hann hevur nú slettað viðmerkingina, og skúlaleiðarin, sum segði seg vera við og sum eisini segði seg vita, hvar Liljan Weihe búði, hevur sagt, at hann angarar at hava skrivað viðmerkingina. Hóast hon varð skrivað í spølni heldur hann, at hon var betur óskrivað.

 

Slíkt grovt skemt – ella slík happing og kúgan, er ikki ókend í grannalondum heldur. Norðurlendska ráðharraráðið hevur í vikuni gjørt av at seta tiltøk í verk ímóti nethaturi, sum serliga rakar kvinnur. Føroyski ráðharrin í javnstøðumálum, Johan Dahl, sigur, at Føroyar eisini vera ein partur av hesum átakinum.

 

Í Sosialinum í dag er tema um málið. Sosialurin fæst í blaðsølum kring landið og kann eisini keypast á sos.fo