Avmarkið ferðsluna út á Reyn

Ferðslan út á Reyn eigur at avmarkast, serliga nú nógv byggiarbeiðið fer fram í økinum, siga íbúgvarnir.

Á borgarafundinum um uppihaldstrappuna góvu íbúgvarnir úti á Reyni kommununi greið boð um, at ferðsluviðurskiftini í býarpartinum eru ótolandi.

 

Alt ov nógvir bilar eru har úti og til tíðir valdar veruligur ruðuleiki, hvat parkering viðvíkur. 

- Hetta varpar eitt ringt ljós á okkum, tá ferðafólk ikki fáa gingið í hesum vakra, søguliga býarpartinum fyri bilum, og heldur ikki fáa tikið eina mynd nakrastaðni, uttan at bilar eru á myndini, segði ein av íbúgvunum.

 

Tey bera eisini stóran ótta fyri, hvussu teirra atkomuviðurskifti vera komandi mánaðirnar, tá uppihaldstrappan og útbyggingin hjá Poul Hansen fara at steingja vegin niðan á Bryggjubakka.

 

Einasti atkomumøguleiki hjá teimum verðir eftir Húsabrúgv, men tey vísa á, at tann vegurin ofta er stongdur av bilum, sum av- og áskipa antin til gamla bókhandil ella til hotel Hafnia, sum jú enn ikki er liðugt við sína umbygging. Tískil bera tey stóran ekka fyri, at tað verður torført hjá teimum at sleppa til húsa.

 

Tey heita tí á býráðið, enn einaferð, um at gera okkurt fyri at avmarka dagligu ferðsluna út á Reyn, og dylja ikki fyri, at best hevði verið, um einans tey, ið búgva har úti, høvdu atgongd til býarpartin við bili.

 

Onkur bar eisini ótta fyri, um framkomandi fór at vera hjá løgreglu-, sjúkra- og sløkkiliðsbilum, meðan arbeiðið fer fram, men sløkkiliðsleiðarin váttaði, at teirra bilar sleppa inn á økið, so trygdin er enn sum áður.

 

Umboð fyri kommununa tók áheitanirnar til eftirtektar. Hann nevndi eisini, at kommunan hevur umhugsað at opna Bringsnagøtu fyri ferðslu báðar vegir, men at fyribils var tað hugskotið vrakað. Hann lovaði tó, at kommunan skuldi hyggja at innkomnu hugskotunum og halda eyga við atkomuviðurskiftunum hjá íbúgvunum úti á Reyni hesa tíðina, byggingin fer fram.