Kári hevur serliga eitt hjartamál

Hetta ynskir Kári Thorsteinsson sær av nýggju samgongini

-  Tað er eingin ivi um, at tað, vit ynskja okkum allarmest, er, at vit fáa eina skaðanevnd, sum skal útgreina tær ferðsluvanlukkur, sum henda.

 

Tað sigur Kári Thorsteinsson, formaður í starvsnevndini í Ráðnum fyri Ferðslutrygd.

 

Hann vísir á, at í 2007 fingu vit eina ferðslutrygdarætlan við 37 tilmælum um, hvørji tiltøk skuldi setast í verk fyri at bøta um ferðsluntrygdina.

 

Nógv tey Flestu av teimum tiltøkum eru sett í verk. Men hann sigur, at eitt høvuðstilmæli, sum enn ikki er sett í verk, er, at vit skulu hava eina ferðsluskaðanevnd.

 

Hetta er ein nevnd, sum kannar ferðsluvanlukkur út í æsir fyri at fáa greiði á, akkurát, hví tær eru hendar, um tað eru menniskjansligar orsøkir, um talan er um tekniskt brek við bilinum, um umstøðurnar á vegnum ikki eru nóg góðar – ella um talan er um eina samanrenning av fleiri orsøkum.

 

- Skulu vit fyribyrgja ferðsluvanlukkum, hevur tað stóran týdning at fáa fulla greiði á, hví tær eru hendar, so at møgulig brek kunnu rættast, sigur Kári Thorsteinsson.

 

Tað er soleiðis flogvinnan arbeiðir. Tá ið óhapp og vanlukkur henda við flogførum, verður tað kanna út í æsir fyri at lýsa orsøkina, og nevndarformaðurin í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, heldur, at soleiðis skulu vit eisini arbeiða við ferðslutrygd í ferðsluni á landi.

 

Hann vísir á, at í øðrum londum hava tey skaðanevndir, og tá ið vanlukkur henda, koma tær alt fyri eitt upp í málið at lýsa orsøkina til óhappið.

 

Annars gongur ferðslutrygdarætlanin út í ár, men enn eru ongi tekin um, at ein nýggj ferðslutrygdarætlan er í umbúna, sum lúsir, hvørji mál, vit skulu seta okkum við ferðsluni hesi næstu árini.

 

Kári Thorsteinson vónar, at nýggja samgongan setir sjøtul á arbeiðið at gera eina nýggja ferðslutrygdarætlan, sum skal lýsa, hvørji mál vit skulu seta okkum við ferðslutrygdini hesi næstu árini.