Danmark vann enn ein stórsigur í EM-bólki B, og eru longu klárir til millumumfarið.
Í dag lívgaði Danmark stóru fjøldina í Boxen í Herning við einum 39-24 stórsigri á Rumenia. Í steðginum var Danmark á odda 22-17. Nikolaj Jacobsen hevði ikki Jóhan á Plógv Hansen í hópinum í dag.
Toppskjúttar hjá Danmark vóru Mathias Gidsel við níggju málum, og Mads Hoxer og Simon Pytlick (myndin) við átta málum hvør. Robert Nagy, Radu Ghiță og Călin Dedu vóru toppskjúttar hjá Rumenia við fýra málum hvør.
Portugisisku favorittarnir snávaðu í sama bólki móti Norðurmakedonia í Boxen í Herning. Norðurmakedonia knógvaði óvæntað ein 29-29 javnleik móti Portugal, ið var á odda 15-13 í steðginum.
Filip Kuzmanovski var stórskjútti hjá Norðurmakedonia. Hann skoraði heili 15 mál, also meir enn helvtina av málunum hjá Norðurmakedonia. Francisco Costa var við 11 málum toppskjútti hjá Portugal.
Danmark hevur fýra stig, og Portugal hevur trý stig. Norðurmakedonia hevur eitt stig, og Rumenia er aftast við ongum stigi.
Skráin fyri bólk B:
16. januar: Portugal – Rumenia 40-34
16. januar: Danmark – Norðurmakedonia 36-24
18. januar: Norðurmakedonia – Portugal 29-29
18. januar: Rumenia – Danmark 24-39
20. januar: Norðurmakedonia – Rumenia, kl. 17.
20. januar: Danmark – Portugal, kl. 19.30
HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá dystinum Rumenia-Danmark 24-39 (17-22):
##med2##











