- At seta í gildi eina aspirantútbúgving við bert 12 mánaða praktiktíð er als ikki nøktandi. Ein verulig sjóvinnuútbúgving krevur nógv longri praktiktíð/ royndartíð enn skúlagongd, um hon skal vera effektiv.
Tað skrivar Axel Hansen, stjórnarlimur í Fiskimannafelagnum, á heimasíðu felagsins í dag.
- Tað, sum Mentamálaráðið í samstarvi við Vinnuháskúlan nú hevur lagt lunnar undir, er ein skandala, leggur hann aftrat.
Axel sigur, at hann gjørdist sera skakkur og ikki sørt skelkaður av at lesa Sosialin 27. mai í ár um eina nýggja kunngerð, ið Mentamálaráðið í samstarvi við Vinnuháskúlan fer at seta í gildi.
- Kunngerðin broytir maritimar útbúgvingar munandi - og bert til tað verra. At seta í gildi eina aspirantútbúgving við bert 12 mánaða praktiktíð er als ikki nøktandi, tvørturímóti.
Stjórnarlimurin heldur, at ein verulig sjóvinnuútbúgving krevur nógv longri praktiktíð/ royndartíð enn skúlagongd, um hon skal vera effektiv.
- Alt gott um teori, men innan hetta øki eru royndirnar altavgerandi. Umborð á skipi er ov seint at lesa manualir um, hvussu skal farast fram, tá truplar støður ella vandastøður eru, tí tá krevst handling og vitan, ikki óvitan og gitan.
Axel Hansen vísir á, at jú fleiri skeivar avgerðir og fleiri feilir eru, tess meira vandamikið verður lívið hjá manningini umborð á skipi.
- Roynt verður at billa Føroya fólki inn, at ov fá ungfólk fáa siglingstíð, grundað á, at tað eru ov fá skip til teirra at fáa siglingstíð við, men heimaflotin og tá serliga línubátar mangla ofta fólk.
Axel Hansen sigur, at fleiri útlendingar sigla við føroyskum skipum, og tí heldur hann, at nevndu grundgevingar eru møsn.
Meira kann lesast um tað, sum Axel hevur at siga, at heimasíðuni hjá Fiskimannafelagnum - www.fiskimannafelag.fo