Tað er ymisk, hvussu tað er við mati, sum ætlanin er at lata til vælgerandi endamál Tað staðfestir Heilsufrøðiliga Starvsstovan í morgun, nú hon hevur almannakunngjørt eina fráboðan um, hvussu farast skal fram, tá ið handlar lata mat, sum ikki longur kann seljast, til vælgerandi endamál.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan kom í rættiligt ódnarveður herfyri, tá ið hon setti forðingar fyri, at handlar lótu útgingnan mat til vælgerandi endamál. Annars hevur verið vanligt, at vælgerandi felagsskapir fingu hann at geva fólki, sum vóru fíggjarliga illa fyri.
Men nú almannakunngerð Heilsufrøðiliga Starvsstovan eina leiðbeining um, hvør matur kann latast til vælgerandi endamál, og hvør kann ikki.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at esar matvørur kunnu latast til vælgerandi endamál:
- Heil frukt og grønmeti og aðrar matvørur, sum ikki eru datomerktar matvørur.
- Matvørur, sum eru merktar ""heldur sær í minsta lagi til"". Tað er ein hópur av ymiskum matvørum eru merktar á henda hátt.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at handlar kunnu lata hesar matvørur til vælgerandi endamál við teirri treyt, at handilin tekur ábyrgd av, at matvøran er í lagi, soleiðis at fólk ikki verða sjúk
Tað er eisini ein treyt, at farið verður um matvøruna, soleiðis sum hon er merkt. Sostatt skal kølivøra vera køld niður í minst fimm stig og frostvøra skal vera fryst niður í minst 18 kuldastig.
Harafturat er tað ein treyt, at matvøran er vard móti dálking, og at tann, sum savnar inn, og letur víðari, handfer matvørurnar, soleiðis at matvørutrygdin er í lagi.
Hinvegin sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan, at matvørur, sum eru merktar við "seinasti nýtsludagur", kunnu ikki latast eftir seinasta nýtsludag. Hetta er tí, at talan er um serliga viðbreknar matvørur, sum spillast skjótt, og vandi kann vera fyri at fólk gerast sjúk.