- Í gjár varð móttøka hildin á rennibreytini fyri Juliani Gregersen, sum um vikuskiftið vann danska meistaraheitið á 10.000 metra teininum á breyt. Við sigrinum legði Julian enn eitt stórt avrik aftrat einari langari røð av úrslitum, sum hava gjørt hann til ein av fremstu langteinarennarunum í Føroyum.
Soleiðis siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag.
- Nógv fólk vóru komin saman at heiðra Juliani fyri framúr góða avrikið. Andreas Josephsen, nevndarformaður í Treysti, handaði honum eina gávu frá felagnum og takkaði fyri stóra arbeiðið, sum Julian ger sum íðkari og venjari í felagnum.
Vegna Klaksvíkar kommunu bar Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanarnevndini, eina heilsan til Julian. Hon legði dent á, at Julian er ein fyrimynd fyri bæði ung og vaksin, og at hann við sínum miðvísa arbeiði og treiskni hevur umboðað bæði Klaksvík og Føroyar á besta hátt.
Signhild vísti eisini á, at hóast Julian nú kann kalla seg danskan meistara, so eru framvegis stór mál at stremba eftir.
##med2##
- Føroyska metið á 10.000 metrum, sum Guttorm Sørensen (Gutti) rann í 1993, stendur framvegis, og við góðu gongdini kann Julian møguliga sláa hetta metið, tá Oyggjaleikir verða hildnir í Føroyum komandi ár.
Eftir røðurnar vóru øll, sum vóru møtt, boðin til ein kaffimunn, har høvi var at heilsa upp á Julian og ynskja honum hjartaliga tillukku við stóra avrikinum.
Klaksvíkar kommuna ynskir Juliani Gregersen hjartaliga tillukku við danska meistaraheitinum og blíðan byr framyvir.












