Soleiðis verður ferðslan skipað á fjarðastevnu

Í morgin verður kappróður á fjarðastevnu í Vestmanna, og her koma bæði bátar og fólk til bygdar

 

- Nú Fjarðastevna verður um vikuskiftið, og nógv fólk og bátar koma til Vestmannar, verður Niðari Vegur einsrættaður frá klokkan 14 í morgin, til kappróðurin er liðugur. 

 

Tað siga tey í Vestmanna kommunu.

 

Lagt verður aftrat, at allir privatbilar kunnu tó brúka Ovara Veg, bæði inneftir og úteftir.

 

- Men, heitt verður á øll, sum hava kappróðrarbátar á sleip, um fara eftir Ovara Vegi, tá komið verður til Vestmannar.

 

Síðan verður farið úr Vestmanna aftur eftir Niðara Vegi.

 

Her niðanfyri sæst, hvat øki er sett av til kappróðrarbátar og annað á fjarðastevnu.

 

##med2##