Seinastu vikurnar hevur rættiliga nógv fiskaarbeiði verið á fiskavirkinum Kósini í Klaksvík, og tað er javnan, at arbeiðsfólkið hevur verið til arbeiðis einar 10 tímar um dagin.
- Jú, her hevur verið nógv at gera, og tað er serliga upsin, sum hevur givið arbeiði. Skipini hava fingið væl, og fleiri skip eru knýtt at fiskavirkinum.
Tað sigur Jastrid W. Niclasen, sum umframt at vera forkvinna í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, eisini arbeiðir á Kósini.
Hon var bert 17 ára gomul, tá hon fekk sínar fyrstu arbeiðstímar á Kósini, og hon hevur verið knýtt at virkinum í mong ár tilsamans.
Men, Jastrid hevur eisini fingist við annað enn fiskaarbeiði.
- Eftir sjúkralegu havi eg seinasta hálva árið aftur verið á Kósini burtur av, og seinastu tveir mánaðirnar hevur rættiliga nógv verið at gera.
Jastrid W. Niclasen vísir á, at fleiri dagar hava tey arbeitt upp í einar 10 tímar um dagin, og onkran dag vóru tey til arbeiðis í 12 tímar.
- Vit vóru eisini til arbeiðis leygardagin fyri sólarmyrkingina fyri líka sum at kunna hava frí henda serstaka dag, sum øll vóru so spent eftir at uppliva.
Forkvinnan í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag heldur, at ein arbeiðsdagur á átta tímar er passaligur, men hon viðgongur, at mong eisini gleðast um at fáa nakrar eykatímar viðhvørt.
- Tað gevur eitt sindur meira í lønarposan, leggur hon aftrat.
Jastrid W. Niclasen sigur, at nú skip, sum eru knýtt at Kósini, fara at fiska gulllaks og møguliga eisini makrel, sum tíðin gongur, er spurningurin, hvussu støðugt fiskaarbeiði verður teir næstu mánaðirnar.
- Ymiskar royndir eru gjørdar á virkinum, og vónandi kunnu vit, sum starvast á Kósini, eisini fáa lut í einum parti av tí rávøru, sum hesi skip fara at fiska, sigur forkvinnan í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag.