Tá ið fyrstu umførini vóru farin, lá tað í luftini, at byrjanin upp á kappingarárið hevði verið meiri enn góðkend hjá TB, og at tað ikki var góðkent hjá Víkingi. Nú hittast TB og Víkingur við Stórá, og støðutalvan sigur, at undan sjeynda umfari er Víkingur á triðja plássi við 10 stigum, og at TB er á sætta plássi við 6 stigum.
Víkingur hevur framvegis ikki tapt. Eftir fýra javnleikir er tað tvær tær seinastu ferðirnar endað við fullari úrtøku. Burturúr fýra teimum fyrstu umførunum vann TB ein sigur og tríggjar javnleikir, og síðani hevur aldursforsetin tapt tvær ferðir ímóti oddaliðnum NSÍ og meistarunum í B36 sum eru næstfremst.
Nú stendur Víkingur, sum er á triðja plássi, fyri tørni hjá TB:
-Tað sá væl út hjá okkum ímóti B36, inntil eg varð útvístur. Seinnapartin av 2. hálvleiki vóru okkara troyttir, og so eydnaðist tað B36 at skora trý mál. Útgangsstøðið hjá okkum var at halda tørn um eina stigið, og tað kundi verið, at tað hevði eydnast, um vit ikki mistu ein mann. Ímóti Víkingi fara vit at reisa okkum aftur, og avrikini higartil hava víst, at vit væl kunnu megna at spæla upp ímóti teimum, sigur TB spælarin Arthur D. Poulsen, sum er leikbannaður ídag.
Víkingarnir kenna seg hava fingið betri tak á spælinum og harvið at fyritreytirnar at vinna eru vornar betri.
-Vit hava ikki spælt upp til okkara besta enn, men vit arbeiða væl, og vit hava spælt okkum til nógvar møguleikar, men trupulleikin hevur verið, at vit ikki hava megnað so væl at vinna mál burturúr møguleikunum, sum vit hava spælt okkum til, sigur Víkinga vongverjin Gert Hansen, sum leggur aftrat, at víkingarnir eru í Suðuroy við stórum sjálvsáliti.
Bárður J. Hansen og Hans Jørgen Djurhuus eru so mikið skaðadarvaðir, at teir eru ikki tøkir ídag.
TB-Víkingur: Lars Müller kl. 15.00.