á, at hann vil hjálpa í sínum tíma. Karl Barth sigur, at um Jesus hevur at okkum, so er tað tekin um, at hann elskar okkum og vil leiða okkum á beint, og so eiga vit eins og Maria moy við tolni at bíða [...] týdning, tí at eisini til teirra var Jesus komin á ein serligan hátt. Tá ið dentur verður lagdur á at móðir Jesu, Jesus sjálvur og lærusveinar hansara vóru í brúdleypinum, so er tað fyri at vísa, at kristindómur [...] Karl Barth, sigur, at tað er ikki so undarligt, tí at júst tey, sum hava hoyrt Guðs orð og enntá havt einglavitjan, júst tey má hann viðhvørt átala harðliga fyri at vísa teimum, at heldur ikki tey kunnu
Nónfjall sigur víðari, at um so er, at visjón 2015 er treytað av oljupeningum, eigur henda at verða tikin av skránni skjótast gjørligt. Við nógvum pengum fer ongin yvirhøvur í Føroyum at arbeiða málrættað við [...] lat okkum útnytta tíðina sum er, til at bera okkum ábyrgdarfult og rationelt at. Vísir tað seg, at olja verður funnin í rakstraverdum nøgdum, ja so eru vit fyireikað at brúka vit og skil - verður ongin olja [...] teimum, sum javnan er at síggja sum viðmerkjari í miðlunum til ymisk samfelasmál. Tað er Reidar Nónfjall, stjóri á Føroya Handilsskúla. Hann sigur við Sosialin, at umrødda útmelding um, at eitt oljufund í ár
í øllum førum sannførdur um, at sálarfrøðin eisini er avgerandi fyri, hvør spælir hvar á vøllinum. At verjuspælarin er ein, sum trívist væl við tí at skula verja borg. At tann kreativi driblarin í álopinum [...] og venjarar gera í felag við at royna seg á ymsum støðum á kurvini. Tí tað eru fleiri faktorar, sum kunnu nýtast, fyri at fara aftur ella fram. Hjá onkrum er óttin fyri at gera mistøk kanska orsøkin, og [...] dugir hann nevnliga at raka toppin í røttu løtuni, og er hetta, sum skapar tær fantastisku løturnar innan ítrótt. - Men hetta krevur so eisini, at venjarin saman við spælarunum roynir at seta orð á tey v
Hann sigur, at tey umhugsaðu møguleikan at skifta trøini út stigvíst, soleiðis at tað ikki kom at síggja so ógvusligt út, men eftir nakrar fakligar og praktiskar metingar avgjørdu teir, at skifta øll trøini [...] trø aftur at fríðka um í økinum. – Vit fara nú at bíleggja stór trø at seta við aftur, har hini hava staðið. Her verður talan um lutfalsliga stór trø, einar tveir-tríggjar metrar koma tey at vera. Tað [...] Jensen eisini. – Tað kemur so at vera ein øðrvísi mynd, vit koma at síggja kring landslæknahúsini komandi tíðina, ásannar Ole Jensen og fortelur so, at tað verður til várs, at nýggju trøini verða sett niður
higartiil í landskappingini, og einki er at ivast í, at nýklaktu steypavinnararnir ætla sær at hevna ósigurin í kvøld. Ivi um Paula Hjá skálamonnum er greitt, at teir noyðast at verða onkrar leikarar fyriuttan [...] bíða eftir møguleikanum fyri at sláa kontra, sigur Pauli G. Hansen, at tað væntar hann ikki. - Tað liggur ikki til okkum at spæla verjukent, tí vit hava allir so góðan hug til at leypa á, sigur hann. Eingin [...] liðskiparin hjá Skála, at tað er ein ógvuliga trupul uppgáva í kvøld, tí HB tykist verða í stórformi, og teir eru ikki lættir at syfta í Gundadali, sigur hann. Spurdur um Skála ætlar at leggja seg aftur á
boðað UEFA frá, at teir eru ikki sinnaðir at spæla á graslíki. Tískil hevur UEFA gjørt av, at allir seks dystirnir skulu spælast á grasvallunum á Toftum og í Havnini. Samstundis er greitt, at allar venjingarnar [...] nevndur, at dystirnir skuldu spæla á graslíki. Hetta var eisini væl í samsvari við ætlanirnar, sum altjóða fótbóltssamgongan FIFA hevur um, at tað í framtíðini skal verða møguleiki fyri at spæla altjóða [...] Dublin ímóti Írlandi. Føroyska ferðalagið fer at landinum mikudagin 6.oktober ella sama dag, sum tað verður roknað við, at tey trý U-19 landsliðini fara at koma til Føroya. Abraham Løkin er venjari hjá
umframt at nýggj og sterk feløg valdu at taka lut. Arbeiðsskráirnar fyri loyvini 008-014 innihalda ikki lyfti um boringar beinanveg, men eru settar soleiðis saman, at feløgini fáa eina fyrstu freist at gera [...] er akkurát eitt ár síðani, at sjey nýggj leitiloyvi (loyvi 008-014) vóru latin sum úrslit av øðrum útbjóðingarumfari. Vit fegnast um, at tað eydnaðist so væl, sum tað gjørdi, at fáa víðkað leitingina munandi [...] loyvistreytunum, er farin fram í summar, og er hetta tekin um, at feløgini leggja dent á at gagnnýta loyvistíðina til fulnar. Eisini er áhugavert, at loyvi eru tillutaði fram við markinum til Bretlands skamt
Eftir at Jóanis Fonsdal alment hevði greitt frá sínum sjónarmiðum, gjørdist støðan hjá honum ógvuliga trupul, og tað endaði við, at hann noyddist av landinum fyri at sleppa at virka sum prestur. Í Dómkirkjuni [...] vísa tó aftur, at talan er um nakað valstríð, men heldur at kirkjufólkið nú hevur nakrar valmøguleikar, sum ikki hava verið í langa tíð. At talan skal verða um nakran mun í hugburði , er ilt at staðfesta, [...] kirkjuráðsval við Dómkirkjuna, vísir, at so at siga øll valevnini taka undir við kvinnuligum prestum í fólkakirkjuni. Valevni á báðum listum siga við ein munn, at rúm skal verða fyri kvinnuligum prestum
Martin Samuelsen at syngja og spæla, og onkur kemur eisini at læra børnini at dansa línudans. Tá eru foreldur og systkin, ommur og abbar bjóðaði við at hyggja at ymsum, sum børnini fara at framføra á pallinum [...] børnini teimum vaksnu at ansa teimum smáu børnunum. Men onkuntíð skulu tey sjálvandi eisini sleppa at spæla, so tá tey smáu børnini skulu sova, liggur væl fyri hjá teimum størru at fara út á fótbóltvøllin [...] ferð at Mylnufagnaðurin verður hildin. Fyrstu ferð var í fjørð, og tað riggaði so væl, at tey, sum skipa fyri, beinanvegin gjørdu av royna hetta aftur. - Endamálið við Mylnufagnaðinum er sjálvandi at gera
sannroynd, at her er talan um eitt ítøkiligt oljufund, sum liggur beint upp at okkara marki. Eitt fund, sum vit hava nógv at takka fyri, tí helst varð tað hetta fundið, ið var orsøkin til, at 2. útbjóðing [...] bundið seg at bora í 1. útbjóðing. Hví skal ein fund í bretskum øki tá hava so stóran týdning fyri leiting við Føroyar kundi verið spurt. Svarið er, at hetta liggur so tætt upp at markinum, og at tað er gjørt [...] tvs. at fundini harvið ikki nýtast at vera so øgiliga stór fyri at kunna vera kommersiell. Hetta er eitt av góðu kortunum, sum nú liggja á borðinum og sum geva bjartskygninum innihald. Tí eiga vit at síggja