Tað at kenna stress-støðið hjá hvørjum einstøkum luttakara, er kanska týdningarmesti eginleikin hjá tí góða venjaranum, heldur Aksel.
- Hyggur tú at kurvuni, sum er teknað á síðuni, so sýnir hendan sambandið millum trýst og avrik. Hjá okkum øllum er tað so, at er als einki trýst yvirhøvur, so verður talan um líkasælu, men so hvørt sum trýstið økist, so gerst avrikið betri. Verður trýstið hinvegin ov stórt, so gongur aftur skeiva vegin.
- Men hóast hetta er galdandi fyri øll menniskju, so er sera ymiskt, hvussu nógv trýst tey einstøku tola. Og tað er aloftast her, at munurin millum tann góða og tann fantastiska venjaran kemur til sjóndar.
- Tekniskt og taktiskt kunnu venjarar vera sera væl fyri, og tann parturin er handverkið, kunnu vit siga. Men kynstrið at fáa allar spælararnar at raka toppin av síni stress-kurvu er munandi verri. Onkrir spælarar skulu ”»húðskeldast«, so teir koma upp á toppin á kurvuni, meðan aðrir heldur skulu troystast ella sissast, tí teir longu eru komnir ov langt út á síni kurvu.
Kann venjast
Og júst hetta er eisini nakað, sum kann venjast, leggur Aksel dent á.
- Tað kunnu spælarar og venjarar gera í felag við at royna seg á ymsum støðum á kurvini. Tí tað eru fleiri faktorar, sum kunnu nýtast, fyri at fara aftur ella fram. Hjá onkrum er óttin fyri at gera mistøk kanska orsøkin, og hjá øðrum er tað kanska tað at standa fyri fleiri hundrað – ella kanska fleiri túsund – áskoðarum. Og hjá onkrum øðrum nakað heilt annað.
- Dugir ein spælari – ella venjari hansara – at flyta seg aftur og fram á stress-kurvuni, fær hesin eitt amboð, sum er ómetaliga nógv vert. Tá dugir hann nevnliga at raka toppin í røttu løtuni, og er hetta, sum skapar tær fantastisku løturnar innan ítrótt.
- Men hetta krevur so eisini, at venjarin saman við spælarunum roynir at seta orð á tey viðurskifti, sum kunnu virka sum ventilar í slíkum støðum. Megnar tú soleiðis at ítøkiliggera tað óítøkiliga, hevur tú brádliga eitt amboð at stýra hesum við.
Trygg- og ymiskleikin
Og so tað eisini umráðandi, at venjarin veit, hvørjar støður skapa tryggleika hjá einstaka spælaranum.
- Allir persónar á liðnum eru ymiskir, og tað skulu teir eisini vera. Tú kemur jú ongan veg, um tú hevur 11 fantastiskar málverjar!
- Eg eri í øllum førum sannførdur um, at sálarfrøðin eisini er avgerandi fyri, hvør spælir hvar á vøllinum. At verjuspælarin er ein, sum trívist væl við tí at skula verja borg. At tann kreativi driblarin í álopinum gevur sær sjálvum loyvi at gera mistøk, og tí eisini torir nógv meira. Men tað er samstundis neyðugt, at kenna fordeilingina. Ein maður sum Elkjær var fantastiskur fyri danska landsliðið. Men hann var bara fantastiskur, tí allir kendu hansara leiklut, ið var greitt defineraður. Og tú hevur sjáldan ráð at hava tveir slíkar á liðnum.