Vegamót
Bjarni Djurholm
landsstýrismaður
Tann 17. januar er akkurát eitt ár síðani, at sjey nýggj leitiloyvi (loyvi 008-014) vóru latin sum úrslit av øðrum útbjóðingarumfari. Vit fegnast um, at tað eydnaðist so væl, sum tað gjørdi, at fáa víðkað leitingina munandi á føroyska landgrunninum, umframt at nýggj og sterk feløg valdu at taka lut. Arbeiðsskráirnar fyri loyvini 008-014 innihalda ikki lyfti um boringar beinanveg, men eru settar soleiðis saman, at feløgini fáa eina fyrstu freist at gera innleiðandi kanningar. Hesar kanningar verða síðani grundarlag undir avgerðum hjá oljufeløgunum, um hvørt tey skulu fara undir víðari kanningar og boringar, ella um tey skulu lata økir frá sær aftur. Meginparturin av dátuinnsavningunum, sum vóru partar av loyvistreytunum, er farin fram í summar, og er hetta tekin um, at feløgini leggja dent á at gagnnýta loyvistíðina til fulnar.
Eisini er áhugavert, at loyvi eru tillutaði fram við markinum til Bretlands skamt frá Rosebank Lochnagar fundinum, har tríggir avmarkingarbrunnar verða boraðir komandi summar, og at tað eru somu feløg, sum eru við í loyvunum báðu megin markið..
Viðvíkjandi loyvunum frá fyrsta útbjóðingarumfari so er eisini her ein spennandi menning farin fram. Sum kunnugt góvu fýra tær fyrstu boringarnar á 6-áraloyvunum í landssyningshorninum ikki tey úrslit, sum vónað frammanundan. Tó so í Marjun brunninum á loyvi 001 varð staðfest kolvetni ígjøgnum eina fláasúlu uppá 170 metrar, sum vísur okkum, at talan er um eina virkna kolvetnisskipan. Allar jarðfrøðiligar fyritreytir eru tilstaðar í økinum fyri, at oljuframleiðsla kann gerast veruleiki. Avbjóðingin er at finna kolvetni í rakstrarverdar nøgdum, soleiðis at framleiðsla kann setast í verk.
Í fyrsta útbjóðingarumfari vóru eisini latin trý 9-ára loyvi longri inni á landgrunninum, har jarðfrøðin er munandi meira torskild orsaka av frástøðuni til aðrar boringar, umframt at basalt fjalir leitimiðini og tískil ger m.a. seismisku dátuupptøkurnar truplar. Ongar boriskyldir vóru knýttar at hesum loyvum, men oljufeløgini skuldu gera innleiðandi kanningar, sum skuldu hava við sær avgerð um, hvat víðari skuldi gerast. Áhugin fyri hesum økjum er munandi vaksin, við tað at kanningarnar hava økt um fatanina av økinum. Seinasta ár fóru samráðingar fram millum Oljufyrisitingina og loyvishavarnar á loyvunum 001, 003, 004, 006 og 007 um at flyta boriskyldur frá loyvunum í landssynningshorninum inn á basaltøkið. Úrslitið av hesum samráðingum gjørdist greitt í heyst, tá avtalað varð gjørd um boring av einum basaltbrunni á loyvi 006 og einum brunni á loyvi 007. Væntandi verður brunnurin í loyvi 006 boraður longu í summar, meðan brunnurin í loyvi 007 eftir øllum at døma verður boraður næsta ár.
Vit bíða í spenningi eftir, hvat hesar boringarnar fara at hava við sær av týðandi vitan um jarðfrøðina undir basaltfláunum, sum kann betra um møguleikarnar fyri at finna olju í rakstrarverdum nøgdum. Eg eri eisini vísur í, at tær fara at fáa týdning fyri loyvini latin í øðrum útbjóðingarumfari og fyri eitt triðja loyvisumfar við Føroyar.