Elligomul trø feld og býarmynd broytt

Í farnu viku vórðu øll trøini, sum annars hava prýtt og fríðka um húsini uttan fyri hjá landslæknanum, feld. Orsøkin er at trøini vóru deyð, men til várs vera nýggj trø sett niður

Í Sigmundargøtu 5 í Havn, har landslæknin heldur til, hava fleiri stór og prýðilig trø prýtt økið rundan um stóra húsið. Landslæknahúsini vórðu bygd í 1913, og trøðini hava staðið har síðani.
Í farnu viku hvurvu hesi. Næstan øll trøini eru burtur, og har stendur í dag eittans træi eftir. Tað sær ógvuliga bert út, nakið og kalt, tá tú í dag gongur niðan eftir Sigmundargøtu. Uttan at taka munnin ov fullan kann staðfestast, at ein býarmynd er broytt.
Men hvussu ber tað til? Hvør er orsøkin og hvat skal henda við økinum har trøini einaferð stóðu?

Trøini deyð
Vit ringdu til landsarkitektin, Ole Jensen, og settu honum hesar spurningar, sum nógvir borgarar í høvuðsstaðnum hava sett sær sjálvum.
– Har er eitt stórt øki, sum var tilgrógvið við sponskum hindberum. Eisini vóru fleiri rønnetrø, men tey vístu seg fyri ein stóran part at vera deyð. Har vóru nakrar greinar, ið høvdu bløð, men nógv av trøunum vóru deyð kortini, og tá tey annars hava eina avmarkaða livitíð, so valdu vit at skifta øll trøini, greiðir Ole Jensen frá.
Hann sigur, at tey umhugsaðu møguleikan at skifta trøini út stigvíst, soleiðis at tað ikki kom at síggja so ógvusligt út, men eftir nakrar fakligar og praktiskar metingar avgjørdu teir, at skifta øll trøini um eina leið.
Eitt træ stendur eftir og orsøkin til er heilt einfalt, at tað træið er frískt og hevur nøkur ár eftir enn.

Skelkaður
Pál Weihe, yvirlækni, starvast dagliga í húsinum á Sigmundargøtu 5. Hann gjørdist ikki sørt skelkaður, at øll trøini knappliga vóru feld.
– Eg gjørdist rímiliga skelkaður, tá eg sá at øll trøini vóru feld. Vit høvdu avtalað, at Hjálpirót skuldi koma og rudda út í teimum sponsku hindberunum, og annars taka tey trø sum vóru deyð, sigur Pál Weihe.
– Men tá tað er ein faklig meting, at øll trøini vóru deyð, so má eg boyggja meg fyri tí, hóast eg haldi tað er serdeilis svárt at síggja trø falla, heldur Pál Weihe.

Nýggj trø til várs
Landslæknahúsið stendur nú bert og nakið, men tað verður ikki leingi, so fara stór trø aftur at fríðka um í økinum.
– Vit fara nú at bíleggja stór trø at seta við aftur, har hini hava staðið. Her verður talan um lutfalsliga stór trø, einar tveir-tríggjar metrar koma tey at vera. Tað er ikki heilt so stórt sum tey gomlu trøini, og tað kemur at ganga ein tíð áðrenn tey hava somu stødd og fyllu sum hini, greiðir Ole Jensen frá.
Hetta er uttan iva ein uggi hjá mongum, og eisini Pál Weihe fegnast um hetta.
– Ja, hetta er góð tíðindi eftir tey ringu tíðindini, men tað verður nú einaferð øgiliga berligt her inntil nýggju trøini eru komin, sigur Pál Weihe.
Hetta ásannar Ole Jensen eisini.
– Tað kemur so at vera ein øðrvísi mynd, vit koma at síggja kring landslæknahúsini komandi tíðina, ásannar Ole Jensen og fortelur so, at tað verður til várs, at nýggju trøini verða sett niður.