Fyrrapartin í morgun hendi eitt ferðsluóhapp í Kirkjubø, har ein tangabilur fór út av vegnum og koppaði.
Bilurin var á veg niðan á ovara veg í Kirkjubø við olju, tá hann fór á glið í hálkuni og gleið út av vegjaðaranum og koppaði.
Av politistøðini í Havn verður sagt, at eingin fólkaskaði var.
Tá myndamaður okkara var á stðanum, vóru menn frá Tórshavnar Sløkkiliði eru ferð við at fyrireika arbeiðið at tøma oljuna úr bilinum, áðrenn hann verður tikin uppaftur.
##med2##
##med3##













