Áheitan: Eisini í abortkjakinum skulu vit vera siðilig

Nú lógaruppskotið um dagførda abortlóg aftur er lagt fyri tingið, vilja vit inniliga heita og minna á, at vit øll, sum luttaka í abortkjakinum vísa góðan kjaksið, virðing í umrøðuni av málinum, og vísa kvinnum, sum hava tikið abort, virðing.

Nú lógaruppskotið um dagførda abortlóg aftur er lagt fyri tingið, vilja vit felagsskapir - Kvinnufelagið í Havn, Frítt Val og Amnesty International Føroyar - inniliga heita og minna á, at vit øll, sum luttaka í abortkjakinum vísa góðan kjaksið, virðing í umrøðuni av málinum, og vísa kvinnum, sum hava tikið abort, virðing.

 

Tað verið seg í almenna kjakinum, á skúlum og arbeiðsplássum, í gerandisdegnum og í Løgtinginum. Vit hava øll ábyrgd at umrøða evnið virðiliga, og vit vilja minna okkara fólkavaldu á, at tey hava størri vald enn onnur og eru fyrimyndir fyri nógv, og tí eru tit við til at seta karmarnar fyri, hvussu vit í Føroyum tosa um og umrøða fólk. 

 

Vit virða talufrælsið og at fólk eru ósamd um abortspurningin. Vit hava øll rætt til at hava okkara meiningar og at útrykkja tær. Hóast hetta vilja vit heita á, at vit øll vanda okkum um orðini, vit brúka, og hugsa okkum um, hvussu vit umrøða málið.

 

"Tá eg av tingsins røðarapalli verði kallað "barnamordari" og onnur ókvæmisorð, kennist tað sum, at tað ikki er pláss fyri mær í Føroyum." Soleiðis sigur ein kvinna um ávirkanina, sum orðini av tingsins røðarapalli, hava á seg. Ein onnur kvinna sigur soleiðis: "Eg havi ikki havt tað ringt við avgerðini um at taka abort, men kjakið og málburðurin í samband við viðgerðina av málinum hevur kortini ávirkað meg. Tá løgtingslimir á tingsins røðarapalli kunnu nýta so særandi og niðrandi málburð, so óttist eg at møta fólki í mínum gerandisdegi, sum eisini halda tað vera í lagi at gera tað".

 

Vit skulu øll virka og liva í samfelagnum. Flestu okkara ganga í skúla, hava arbeiði og koma saman við vinum, familju og kenningum í alskyns samanhangum. Tað eru nógvar kvinnur í Føroyum, sum hava tikið abort - vit vita bara ikki altíð av tí. Summar av teimum verða ikki ávirkar av niðrandi málburði, men tað eru eisini summar, sum verða. Bæði av orðum av tingins røðarapalli, av almenna kjakinum og í millum vinir, kenningar og starvsfelagar í gerandisstøðum. 

 

Hóast hesar báðar kvinnurnar, og mangar aðrar við teimum, á ongan hátt angra, at tær hava tikið abort, so merkir tað ikki, at tær ikki kunnu verða ávirkaðar av tí, sum verður sagt um tær, bæði á røðarapallinum og í gerandisstøðum, tí málburðurin á tingi verður eisini málburðurin í gerandisprátum. 

 

Tað ber væl til at kjakast um abort og at vera ímóti abort uttan at brúka orð, sum hava beinleiðs skaðandi ávirkan á onnur. At skamma kvinnur ella at kalla kvinnur ókvæmisorð tænir ongum endamáli. Latið okkum vísa, at tað ber til at kjakast um eitt so sárbært, polariserandi og eldfimt evni sum abort uppá ein virðiligan hátt, og arbeiða fyri einari betri og virðiligari kjakmentan í Føroyum. 

 

 

 

Við vón um virðing og góðan kjaksið

Kvinnufelagið í Havn, Frítt Val og Amnesty International Føroyar