Lagt er upp til eitt ordans oddabrak í Gundadali í kvøld, tá ið oddaliðið HB fær vitjan av Skála, sum er næstfremt í føroysku landskappingini. Tá ið liðini bæði hittust í fyrsta landskappingardystinum á árinum inni á Skála, vóru skálamenn heldur óvætnað við yvirlutan og vunnu 3-1 á føroyameistarunum. Hetta var tó einasti ósigurin hjá HB higartiil í landskappingini, og einki er at ivast í, at nýklaktu steypavinnararnir ætla sær at hevna ósigurin í kvøld.
Ivi um Paula
Hjá skálamonnum er greitt, at teir noyðast at verða onkrar leikarar fyriuttan. Miðvallarin Julian Florescu er leikbannaður til dystin í kvøld, og harafturat er stórur ivi um liðskiparan hjá Skálamonnum, Paula G. Hansen, ið leingi hevur havt ein skaða at dragast við. Um so er, at Pauli ikki verður við, er tað ein sera stórur missur hjá skálamonnum, tí hann er ein lyklaleikari hjá teimum. Arnhold Berg vandi ikki mánakvøldi, tí hann hevði trupulleikar við nakkanum, men hann verður væntandi klárur til dystin í kvøld. Somuleiðis er greitt, at málverjin, Bjarni Igor Kostic, ið meiddi sær hondina í fyrru helvt, nú er klárur aftur, og tí verður hann væntandi millum stengurnar í kvøld.
Pauli G. Hansen sigur, at út frá dystinum ólavsøkuaftan, tá ið Skála vann sannførandi 5-1 á KÍ, eru vónirnar góðar undan dystinum í kvøld, men hinvegin hevur tað ikki gingist so væl í øðrum venjingardystum. Somuleiðis heldur liðskiparin hjá Skála, at tað er ein ógvuliga trupul uppgáva í kvøld, tí HB tykist verða í stórformi, og teir eru ikki lættir at syfta í Gundadali, sigur hann.
Spurdur um Skála ætlar at leggja seg aftur á vøllin og bíða eftir møguleikanum fyri at sláa kontra, sigur Pauli G. Hansen, at tað væntar hann ikki. - Tað liggur ikki til okkum at spæla verjukent, tí vit hava allir so góðan hug til at leypa á, sigur hann.
Eingin Hallur
Hjá HB eru vónirnar góðar undan dystinum í kvøld. Greitt er, at veteranurin Hallur Danielsen ikki verður við, tí at hann er leikbannaður. Væntandi verður liðið tí umskipað eitt vet, soleiðis at Jan Dam kemur inn í miðverjuna, meðan Vagnur M. Mortensen glíður út á høgra bakkplássið, sum Hallur vanliga røkir. Jákup á Borg var ikki við í finaluni á ólavsøku, men hann verður allarhelst á beinkinum í kvøld. Ivi er eisini um leikandi venjaran, Heine Fernandez, men sum skilst verður hann allarhelst við í oddabrakinum.
Jákup á Borg, sum sjálvur ikki var við, tá ið HB tapti á Skála, sigur, at teir eru ógvuliga uppsettir upp á dystin í kvøld. - Vit sóu Skála spæla ólavsøkuaftan, har teir smurdu KÍ av, og teir eru ikki nummar tvey av ongum, sigur landsliðsmaðurin og leggur afturat, at teir hava sera stóra virðing fyri skálamonnum. Tó heldur Jákup á Borg, at HB eigur at basa Skála í kvøld, og undir teimum báðum venjingunum, sum HB hevur havt síðani steypafinaluna, hava menn tosað óført um dystin í kvøld, og tað er greitt, at menn eru ógvuliga uppsettir upp á hevnd, sigur Jákup á Borg.