Ganga inn fyri kvinnuligum prestum

Sum nevnt aðrastaðnis á síðuni hevur tað verið eitt sindur buldrasligt kring Dómkirkjuna seinnu árini. Ein av orsøkunum var, at hjálparpresturin, Jóanis Fonsdal, ikki kundi góðtaka at arbeiða saman við einum kvinnuligum presti og einum uppafturgiftum presti. Men hesum tykjast valevnini til kirkjuráðsvalið ikki taka undir við.

Eftir at Jóanis Fonsdal alment hevði greitt frá sínum sjónarmiðum, gjørdist støðan hjá honum ógvuliga trupul, og tað endaði við, at hann noyddist av landinum fyri at sleppa at virka sum prestur. Í Dómkirkjuni, har hann var settur, vóru jú bæði ein kvinnuligur prestur, Sonja Klein, og dómprósturin, , Bjarni Bæk, ið er giftur uppaftur.

Kvinnuligir prestar vælkomnir
Ein kanning, ið Sosialurin hevur gjørt millum nógv av teimum 40 valevnunum til kirkjuráðsval við Dómkirkjuna, vísir, at so at siga øll valevnini taka undir við kvinnuligum prestum í fólkakirkjuni.
Valevni á báðum listum siga við ein munn, at rúm skal verða fyri kvinnuligum prestum í føroysku fólkakirkjuni. Sum eitt av valevnunum tekur til: - So leingi presturin ger eitt gott arbeiði, er tað líkamikið, hvat kyn prestur er.
Í spurninginum um prestar, ið eru fráskildir og síðani giftir upp aftur, eru tey flestu valevnini á einum máli um, at teir somuleiðis eru vælkomnir í kirkjuna, um bert teir gera eitt gott arbeiði. Okkurt einstakt valevni á valevnislista 1, sum av fleiri verður sagdur at verða tann meiri konservativi listin, heldur tó, at slíkt ikki er rætt, tí tað ikki er í tráð við Bíbliuna.
Hinvegin er tað kanska at taka í so dýran til, tá ið sagt verður, at valevnislisti 1 er tann meiri konservativi listin, tí fleiri av valevnunum á júst tí listanum hava verið við til at seta bæði Bjarna Bæk og Sonju Klein í starv við Dómkirkjuna.

Taka ikki støðu til samkynd
Ein annar spurningur, ið vit hava sett valevnunum, er spurningurin um vígslu av samkyndum í kirkjuni. Nógv orðaskifti hevur verið um støðuna hjá teimum samkyntu í Føroyum, men tað hevur ikki verið umrøtt, um tey skulu hava loyvi til at blíva vígd í kirkjuni.
Valevnini, ið Sosialurin hevur tosað við, tykjast í flestu førum heldur ikki hava tikið støðu í hesum máli, sum tey flestu eisini halda verða eitt rættuliga eymt mál.
Tó kann staðfestast, at valevnini á lista 2 tykjast verða á einum máli um, at tað í løtuni ikki er aktuelt at taka støðu til henda spurning, og tí fæst ikki nakað greitt svar frá valevnunum á tí listanum.
Millum valevnini á lista 1 er tó breið semja um, at tað ikki hevði verið rætt, um kirkjan fór at lata samkynd blíva vígd innan kirkjugátt. Tey flestu av teimum siga avgjørt nei til vígslu av samkyndum í kirkjuni.

Ikki spurningur um stríð
Tey flestu valevnini vísa tó aftur, at talan er um nakað valstríð, men heldur at kirkjufólkið nú hevur nakrar valmøguleikar, sum ikki hava verið í langa tíð.
At talan skal verða um nakran mun í hugburði , er ilt at staðfesta, tí tað er bert í spurninginum um vígslu av samkyndum, at nakar veruligur munur kann staðfestast millum teir báðar listarnar.
Teir báðir listarnir hava tilsamans 40 valevni, og ein góður triðingur av teimum verða vald í kirkjuráðið týsdagin, tí veljast skulu 14 limir.