Tað váttaði hann sjálvur á tíðindafundi sunnudagin, sambært The Korea Times.
Suðurkorea fekk bert trý stig í bólkaspælinum eftir dystir móti Kekkia, Meksiko og Suðurafrika. Tað rakk ikki til eitt pláss í 16-finalunum.
Úrslitið hevur elvt til harðar atfinningar í heimlandinum. Millum tey, sum hava funnist at landsliðsvenjaranum, er forsetin, Lee Jae-myung.
Í einum boðum á X skrivaði forsetin, at tá trúfesti og innanhýsis stríð verða løgd fram um førleikar, og ódugnalig fólk verða sett í leiðslustørv, er úrslitið nærum óundanfýsiligt.
Stutt eftir avgjørdi Hong Myung-bo at leggja frá sær sum landsliðsvenjari.











