U-19 EM UNDANKAPPING
Tað verður einki av ætlanini at avgreiða U-19 EM undankappingina, sum verður í Føroyum í næsta mánað, á graslíkisvallum. Tá ið tað varð greitt, at Føroyar skuldu verða vertir fyri undankappingini, varð møguleikin nevndur, at dystirnir skuldu spæla á graslíki. Hetta var eisini væl í samsvari við ætlanirnar, sum altjóða fótbóltssamgongan FIFA hevur um, at tað í framtíðini skal verða møguleiki fyri at spæla altjóða dystir á graslíki.
FSF hevur arbeitt við møguleikanum, at dystirnir skuldu spælast kring Skálafjørðin. Graslíkisvallirnir á Toftum, í Runavík og á Skála eru allir nýggir, og tað hevur verið ætlanin, at teir seks dystirnir skuldu spælast har. Men nú verður hetta ikki veruleiki.
Í undankappingarbólki saman við Føroyum eru Ungarn, Grikkaland og Wales. Grikska fótbóltssambandið hevur boðað UEFA frá, at teir eru ikki sinnaðir at spæla á graslíki. Tískil hevur UEFA gjørt av, at allir seks dystirnir skulu spælast á grasvallunum á Toftum og í Havnini. Samstundis er greitt, at allar venjingarnar fara at vera á graslíkisvallum.
- Vit hava verið eitt sindur skeptiskir, tí oktober er ikki besta tíðin at spæla á grasvøllunum á Svangaskarði og á Tórsvølli. Men nú verður tað soleiðis, og so mugu vit vóna, at veðrið fer at skikka sær væl frá nú av og inntil kappingin er av, sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum.
Skráin
U-19 landsliðini hjá Wales, Ungarn og Grikkalandi koma til Føroya 6. oktober. Umframt fólkini, sum skulu spæla fótbólt, og sum annars hava við tey trý liðini at gera, koma seks dómarar og hjálpardómarar henda vegin og UEFA eygleiðarar av dómarum og kappingini sum heild. Enn er ikki greitt, hvørjir hesir persónarnir vera.
Tað verður roknað við, at onkra staðni millum 80 og 90 fólk fara at koma til Føroya í sambandi við hesa kappingina. Tey skulu øll halda til á Hotel Føroyum. Í hesi eru ikki roknað tíðindafólk og so møguligir telent eygleiðarar. Tað plaga at vera nógv av sovornum í sambandi við tílíkar kappingar.
Dystirnir verða spældir 8., 10. og 12. oktober. Fríggjadagin 8. oktober skulu Grikkaland og Føroyar spæla á Toftum og Ungarn og Wales skulu spæla í Havnini. Sunnudagin 10. oktober skulu Grikkaland og Wales spæla á Toftum, og Føroyar skulu spæla ímóti Ungarn í Havnini. Týsdagin 12. oktober skulu Wales og Føroyar spæla á Svangaskarði, meðan Ungarn og Grikkaland skulu spæla á Tórsvølli.
Dystirnir verða spældir um somu tíð, sum a landsliðið hjá Føroyum verður á fótbóltsferð longri suðuri í Europa. Føroyar skulu leygardagin 9. oktober spæla á Kypros, og mikudagin 13. oktober skal landsliðið spæla í Dublin ímóti Írlandi. Føroyska ferðalagið fer at landinum mikudagin 6.oktober ella sama dag, sum tað verður roknað við, at tey trý U-19 landsliðini fara at koma til Føroya.
Abraham Løkin er venjari hjá U-19 landsliðnum, og Pætur Clementsen er hjálparvenjari. Hetta verður fyrsta ferðin, at føroyska U-19 landsliðið fer at royna seg á heimavølli í Em undankapping.










