Tingmaður vil vita, nær hesi húski kunnu vænta, at lovaða trygdin verður framd verki
Tað er Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, sum hevur sett Eyðdis Hartlann Niclasen, landsstýriskvinnu í orkumálum, ein grein 52a fyrispurning um orkuskiftið.
Ítøkiliga spyr hann soleiðis:
1. Hvørjar ítøkilig átøk, ið tryggja, at húski við lágum inntøkum kunnu vera við í orkuskiftinum, hevur samgongan tilreiðar at seta í verk?
2. Nær kunnu hesi húski vænta, at lovaða trygdin og lovaðu átøkini verða framd í verki?
Í viðmerking til fyrispurningin vísir hann á tað sums tendur í samgonguskjallinum undir orku og umhvørvi.
– Har lesa vit, at samgonguflokkanir: vilja tryggja, at húski við lágum inntøkum kunnu vera við í orkuskiftinum.
– Her er talan um glæsiligar ætlanir og lyfti, ið mong munnu fegnast um og síggja fram til, serliga í teimum krevjandi tíðum, vit methøgum orkuprísunum, vit eru komin í, sigur Jenis av Rana, sum fyri at »kveikja undir vónina og vekja enn størri áhuga fyri orkuskiftum« hevur sett fram hendan fyrispurningin.










