Oddagrein· Skjøtil settur á

Hóast myrk skíggj hómast glottar í búskapinum. Eftir at øll vón var slept á fáa alivinnuna á føtur aftur, eru nú tekin til, at vinnan so smátt er farin at fóta sær aftur. Men hetta er ikki nakað, sum kemur av sær sjálvum. Hækkandi prísir eru sjálvandi grundarlagið undir øllum, men tað er ikki nóg mikið. Ein fortreyt er eisini, at føroyingar eins og útlendingar aftur fara at trúgva uppá hesa vinnu og harvið vilja váða kapital at menna hana aftur.

Aðrir glottar eru eisini. Og her hugsa vit um eina møguliga komandi oljuvinnu. Eftir at hava fyrireikað okkum, gjørt kanningar av ymsum slag og eisini borað nakrar brunnar, eru nú tekin til eina bæði spennandi og helst eisini bjarta tilgongd. Í hvussu er um vit skulu ganga eftir útsøgnunum frá oljufeløgum, sum so aftur hava støði í teimum fundum, sum eru gjørd á Atlantsmótinum.

Her er seinasta stóra oljufundið við markið, gott nokk á bretskum øki, Rosebank/Lochnagar, katalysatorurin fyri bjartskygninum. Tað góða er tann sannroynd, at her er talan um eitt ítøkiligt oljufund, sum liggur beint upp at okkara marki. Eitt fund, sum vit hava nógv at takka fyri, tí helst varð tað hetta fundið, ið var orsøkin til, at 2. útbjóðing var væleydnað. Tað er ikki ov nógv sagt, at tað var í tøkum tíma, at hetta fundið varð gjørt. Varð hetta serstaka fundið ikki gjørt júst tá er sera ivasamt, um nakað nýtt lív var komið í oljutilgongdina ? annað enn tað feløgini hava bundið seg at bora í 1. útbjóðing.

Hví skal ein fund í bretskum øki tá hava so stóran týdning fyri leiting við Føroyar kundi verið spurt. Svarið er, at hetta liggur so tætt upp at markinum, og at tað er gjørt í jarðløgum av sama slag, sum finnast okkaru megin markið. Og so tann sannroynd, at oljufeløgini, sum eru við í leitingini kring markið, eru stór feløg, sum trúgva uppá framtíðar fund í okkara øki tvs. Chevron, Statoil, Shell fyri bert at nevna nøkur.

Aftur kundi verið spurt, hví vit skulu hava størri vónir nú, tá somu vónir eisini vóru til steðar, tá farið varð at bora í "Gullhorninum" á sinni ? og har júst somu grundgevingar vórðu fyri bjartskygninum, nevniliga at stór fund vórðu gjørd hinumegin markið. Svarið kann tykjast torført, men her mugu vit so bara halda okkum til tað, sum jarðfrøðingarnir siga, at nú er man farin eftir nøkrum øðrum "plays" og jarðløgum, tvs. arbeiðshættirnir og strukturarnir í undirgrundini eru øðrvísi enn tað, sum varð farið eftir í Gullhorninum.

Statoil leggur hart út í summar. Ger seismiskar og aðrar kanningar við trimum skipum. Chevron er við at gera klárt til eina stóra kanning eisini. Haraftrat koma eisini onnur feløg við sínum kanningum. Hetta er grundarlagið undir fleiri brunnum, sum verða boraðir í 2006 og 07 á okkara landgrunni og beint hinumegin markið. Tað góða í øllum hesum er, at leitingin báðumegin markið kann supplera hvørt økið sær. Tvs. at úrslit øðrumegin markið kunnu gagna leiting hinumegin. Og síggja vit longur fram, so kann henda, at fund, sum verða gjørd báðumegin markið, í eini framtíðar útbygging, kunnu brúka sama undirstøðukervið, tvs. at fundini harvið ikki nýtast at vera so øgiliga stór fyri at kunna vera kommersiell. Hetta er eitt av góðu kortunum, sum nú liggja á borðinum og sum geva bjartskygninum innihald. Tí eiga vit at síggja hetta sum leiting á Atlantsmótinum heldur enn bara við Føroyar.

Sosialurin