Visjónin má ikki byggja á oljupengar

Skal Visjón 2015 verða treytað av oljupeningum, eigur henda at verða tikin av skránni skjótast gjørligt. Við nógvum pengum fer ongin yvirhøvur í Føroyum at arbeiða málrættað við visjónum, langtíðarmálum og strategi - tað fer at verða arbeitt frá sak til sak, dag til dag o.a. sigur Reidar Nónfjall, stjóri

Síðani tíðindastubbin um BP-boringina á landgrunninum í summar og hvønn týdning eitt møguligt oljufund kann fáa fyri eitt nú eina ætlan sum Visjón 2015 stóð á lesa á Portalinum í vikuskiftinum hava vit fingið viðmerking frá einum av teimum, sum javnan er at síggja sum viðmerkjari í miðlunum til ymisk samfelasmál. Tað er Reidar Nónfjall, stjóri á Føroya Handilsskúla. Hann sigur við Sosialin, at umrødda útmelding um, at eitt oljufund í ár kann koma at geva eitt nú Visjónsætlan landsstýrisins eitt ordiligt skump, er ein løgin útmelding og spyr: -Merkir hetta, at verandi politiska visjón 2015 er órealistisk og er fult treytað av oljupengum - tí landið hevur sum er, ikki fíggjarliga orku til at gjalda tað, sum visjón 2015 kostar. Hinvegin so veit ongin í Føroyum, hvat fíggjarligu avleiðingarnar verða í sambandi við visjón 2015 - rakstur og íløgur sigur Reidar Nónfjall.

Hann vísir víðari á, at lond, sum hava funnið olju hava tað ikki bara gott - tvørturímóti virka oljuinntøkur á sama hátt sum ríkisveitingin - tvs. ongin realproduktión aftanfyri og tí ein peningagáva. Hetta hevur eina sera ósunna ávirkan á veik og undirment samfeløg og sum politisk eru óstabil - Alaska er eitt dømi uppá slíka negativa ávirkan.

Norra er eisini eitt samfelag, sum fær ringan karakter frá altjóða serfrøðingum innan innovatión - tosað verður um, at Norra livir í einum følskum ríkidømi. Danmark harafturímóti fær sera góð ummæli, tí, at danir eru eitt vitanarsamfelag og har sera nógv orka verður brúkt til innovatión og gransking - produktmenning, nýggjar vinnur, globalisering o.a..

Reidar Nónfjall sigur víðari, at um so er, at visjón 2015 er treytað av oljupeningum, eigur henda at verða tikin av skránni skjótast gjørligt. Við nógvum pengum fer ongin yvirhøvur í Føroyum at arbeiða málrættað við visjónum, langtíðarmálum og strategi - tað fer at verða arbeitt frá sak til sak, dag til dag o.a. Hann heldur fram:

-Tað skal ein sterkur ryggur at bera góðar tíðir, og royndirnar vísa, at tað megnaðu føroyingar ikki við táverandi fiskiríkidømi í 1980´unum. Stórar inntøkur kunnu merkja volumusjúku og at politikarar o.o. missa tamarhaldið á útreiðslunum hjá tí almenna - tí má ein lóg gerast fyri ein oljugrunn skjótast gjørligt - m.a. eisini fyri at tryggja okkara eftirkomarar.

Men, hvat ongin olja er funnin enn, so lat okkum útnytta tíðina sum er, til at bera okkum ábyrgdarfult og rationelt at. Vísir tað seg, at olja verður funnin í rakstraverdum nøgdum, ja so eru vit fyireikað at brúka vit og skil - verður ongin olja funnin, so eru vit eisini fyrireikað til tað.

Verður eitt oljuríkidømi ikki umsitið rætt og gott, er stórur vandi fyri, at tað kann virka sum ein bremsa og sovikoddi fyri allari framtíðar menning í Føroyum sigur Reidar Nónfjall og leggur aftrat:

-Vit muga minnast til, at Føroyar partvíst enn eru eitt veiðusamfelag, sum hugsar nógv í løtuvinningi.