»Sál mín ei víkur frá tær, tín høgra hond heldur mær uppi« (Sálmur 63.9)
Tann tanki er ofta frammi í tí ísraelsku sálmabókini: at eitt menniskja má krøkja seg til Guðs. Og vit skilja tað so væl. Tí tað er nógv her á foldum, sum vil slíta okkum frá honum. Í veruleikanum kunnu vit siga, at »fram við djúpinum gongur vegurin«. Vit kenna øll onkran, sum illa gekst at koma yvir um hjá. Og hvørja ferð vit stara niður í dýpið, halda vit, at vit mega krøkja okkum enn fastari til leiðara okkara.
Og so er størsti vandin fyri okkum enntá hann: at tað eru løtur, har vit ? í lættsinni sjálv hava hug at slíta okkum leys úr hondum hansara. Soleiðis eru vit menniskju. Tá er tað gott fyri okkum, at orðið ikki bara ljóðar soleiðis: »Sál mín ei víkur frá tær«, men at skoytt verður uppí: »Tín høgra hond heldur mær uppi«. Leiðarin í hesum fjøllum kennir væl lættsinni og tross hins ferðandi. Og tí heldur hann fast. Uttan at Guð helt so fast um hond okkara slapp neyvan nakar av okkum bjargaður yvir um avgrundina.
Hin góði hirðin visti tað og segði: »tey skulu um aldur og ævir ikki glatast, og eingin skal slíta tey úr hond míni«.
Tann roynd skal nokk geva bæði tryggleika og mót, sjálvt á teimum villingarsomu fjøllum.
John S. Myllhamar, trúboðari