Klaksvík:
Í staðin fyri at at fara í hvør sína vøggustovu, barnagarð ella frítíðarskúla, savnast øll út tey við 150 børnini, sum vanliga ganga í Mylnuhúsinum, hesar dagarnar til Mylnufagnað í KÍ høllini. Her hava tey skapað sær sín egna ævintýrheim saman við hvør síni nýggju ?familju?, sum tey kanska als ikki kendu frammanundan. Men tað ger onki, tí ætlanin við hesum døgunum er netupp, at øll tey ymsu børnini og vaksnu koma at kenna hvønnannan betri.
Smá ævintýrheim
Inni í høllini er ein øgilig tysjan aftur og fram av børnum í ymiskt littum blusum. Blusurnar skulu hjálpa teimum at halda skil á, hvørja familju tey hoyra til, tí tað er kanska ikki altíð so lætt at minnast. Tey eru átta í hvørjari familju, sum eisini hevur sítt egna ?heim? og sítt egna ?arbeiðspláss?. Men heimini líkjast als ikki vanligum heimum ? heldur eru hetta smá H.C. Andersen ævintýrheim, har summi búgva í Álvheygginum, í trænum í Eldførinum, á bóndagarðinum hjá mishátta dunnunganum og summi heilt niðri á havsins botni hjá tí lítlu havfrúnni. Og tá børnini ikki eru heima hjá familjuni, eru tey kanska á arbeiðsbásinum, har tey fiska, leita eftir gulli ella kasta bóltar og eisini kunnu vinna okkurt. Eisini eru tríggjar stórar hoppiborgir, sum børnini stuttleika sær óført í.
Stór ansa smáum
Í smáu familjunum hjálpa størru børnini teimum vaksnu at ansa teimum smáu børnunum. Men onkuntíð skulu tey sjálvandi eisini sleppa at spæla, so tá tey smáu børnini skulu sova, liggur væl fyri hjá teimum størru at fara út á fótbóltvøllin beint uttanfyri at spæla og fáa fríska luft.
Nógv ymiskt hevur verið á skránni hesar dagarnar, Mylnufagnaður hevur verið í KÍ høllini. Hendan morgunin kom Óli Olsen at lesa ævintýrið hjá H.C. Andersen um stoppinálina, sum heldur vildi vera ein seyminál, tí hon helt seg vera so fína.
Børnini hava sum vera man hugnað sær óført allar hesar dagarnar, men stóra løtan á Mylnufagnaðinum verður fríggjadagin. Tá kemur Karl Martin Samuelsen at syngja og spæla, og onkur kemur eisini at læra børnini at dansa línudans. Tá eru foreldur og systkin, ommur og abbar bjóðaði við at hyggja at ymsum, sum børnini fara at framføra á pallinum og annars hugna sær saman við børnunum.
Foreldrini hjálpa
Hetta er aðru ferð at Mylnufagnaðurin verður hildin. Fyrstu ferð var í fjørð, og tað riggaði so væl, at tey, sum skipa fyri, beinanvegin gjørdu av royna hetta aftur.
- Endamálið við Mylnufagnaðinum er sjálvandi at gera nakað nýtt og øðrvísi saman við børnunum. Men av tí at vit Mylnuhúsinum húsast í fýra ymsum húsum, er hetta eisini eitt fínt høvi hjá børnunum at koma at kenna onkran, sum tey sjálvi skulu ganga á stovni saman við næsta ár, sigur Hanna Thøgersen, leiðari í Mylnuhúsinum, sum er sera fegin um stóru hjálpina, tey hava fingið frá foreldrum og øðrum, sum bæði hava hjálpt vit at gera mat og skipa fyri undirhaldi.









