vildu gjarna hava, at kundarnir ikki fóru at merkja, at vit gevast, men nú er líkt til at júst tað hendir, og tað er stak óheppið, sigur Bogi Winther. Tey siga seg skilja fullvæl, at nýggi leiðarin hoppaði [...] búgvin at royna okkurt annað. ? Vit eru koyrd troytt av arbeiðnum, og tí ætla vit at royna okkurt annað, sigur Súsanna Vinther. Tey høvdu sjálvi funnið fram ein nýggjan leigara, og alt lá klárt til, at hesin [...] valdi nýggi leiðaran at hoppa frá avtaluni. Úrslitið er; at Kiosk Steinatún frá mánadegnum letur aftur, og óvist er nær, hon letur uppaftur. Hørm Súsanna og Bogi Winther er hørm um at kioskin nú letur aftur
Kina - Eg vil siga, at tað sær dapurt út. Tað loysir seg ikki at arbeiða hýsu, og tað loysir seg ikki at salta upsa. Hann vísir á, at marknaðurin er yvirfyltur við fiski, sum er ringur at selja. - Bíligi upsin [...] rættiliga at siga, hví so lítið útboð av fiski er í løtuni, men hann heldur, at tað partvís hongur saman við, at skipini ikki eru nøgd við prísirnar á marknaðinum. - Aftrat tí, at minni fiskur er at fáa, vænti [...] virkjunum hjá Sandoy Seafood í Sandoynni, sigur, at vánalig marknaðarstøða, hækkandi lønir, lækkandi dollari og minni útboð av fiski hava elvt til, at lítil fiskur er arbeiddur á fiskavirkjunum kring landið
hann bara ta einu. Tað er at fara út at fáa lokalfeløgini at hjálpa sær við arbeiðinum. Tað verður eisini strævið, men hann fer at gera tað, sigur hann. Eyðun Elttør sigur, at tað var í fullari semju á [...] Paulus gamli ásannar, at tað gamla er farið, og alt er vorðið nýtt. Ella eigur helst at verða nýtt, tekur hann aftur í aftur. Tí hóast vit oftast siga tað og fegin vilja tað, er ringt at gloyma sovorðið, sum [...] verið ígjøgnum seinnu tíðina. Men nú er bara eitt at gera, og tað er at koma upp eftir aftur, sigur Eyðun Elttør. Men hann ásannar í sama andadrátti, at tða verðu øgiliga tungt, soleiðis sum flokkurin liggur
verður at landsstýrismaðurin hevur avgjørt at fylgja hesa áheitan og hevur skoti upp, at túratali verður økt við einum túri (t/r) týsdag, at galda frá 1. november 2001. Somuleiðis verður sagt, at um játtan [...] ferðaætlanin hevur tað við sær, at suðringar brúka alt ov nógva óneyuðuga bíðitíð, 6-10 tímar, í Tórshavn fyri at sleppa suður aftur. Uppskot og svar Skoti var upp, at ferðaætlanin fyri fríggjadag var [...] verkadagar í vikuni. Skoti var eisini upp, at Smyril kundi silgt 3 ferðir aftur og fram ein dag í viku fyri at nøkta ?sertørvin? hjá norðingum. Somuleiðis skilja vit ikki, at Tyrlan ikki kann brúkast meira á hesari
øllum førum má roknast við, at Sóljan fer at fáa meira enn trupult við at broyta nakað sum helst í so máta, tá VÍF nú aftur kemur á vitjan. Viðvíkjandi VB, so er eingin loyna, at tær helst ætla sær eitt øðrvísi [...] so fer at eydnast, er ein spurningur, sum ikki skal svarast her, men tað er givið, at um VB ikki megnar at fáa bæði stigini í hesi uppgerðini, so kann tað gerast meira enn trupult hjá teimum at blanda [...] Ja, somikið illa gekst í hond við spælinum, at klaksvíkingar veruliga eru farnir at tosa um kreppu á liðnum, og tað er hendan gongdin, sum liðið skal royna at venda, nú farið verður undir endaspælið. Hótta
plagdi at hava eini 50 arbeiðsfólk, og nýggju eigararnir vænta, at talið verður á leið tað sama. ? Vit halda heilt avgjørt, at hetta virkið hevur møguleika at standa seg væl, og tað er orsøkin til, at vit [...] ávaringar, og tá einki varð gjørt við at betra um viðurskiftini, varð virkið latið aftur. Leingi á veg Tað hevur leingi ljóðað, at felagið í Klaksvík, Maru Seafood, arbeiddi við at keypa virkið. ? Vit hava arbeitt [...] Páll upplýsir, at Maru Seafood eigur tveir triðingar í øllum hesum virkjunum. Tó verður heldur øðrvísi í virkinum í Hvalba, har partarnir fara at eiga hvør sín helming. Hann væntar, at tvey feløg verða
úr Vágum reypar um, at hann í 1989 kláraði at steðga undirsjóartunnlinum undir Vestmannasund. Sambandsløgmaðurin í 90-unum kom í 96 eftir flogvanlukkuna í Selvík við útmelding um, at flogvøllurin í Vágum [...] Tað eydnaðist tó uttan Sambandið at fáa uppskotið samtykt, og kemur Skipaeftirlitið at liggja í Vágum. Sambandsflokkurin eigur takk fyri stuðulin. Tá atkvøðast skuldi um at fáa gongd á undirsjóartunnilin [...] viðmerkjast, at hann segð,i at tað var av óvart. Vit takka fyri stuðulin, har var jú næstan ein atkvøða fyri. Fólkaflokkurin sum ein maður Alt í alt eigur Sambandsflokkurin størstu tøkkina fyri at flokkurin
2002. Við einki at gera, hevur samgongan blaka ábyrgduna frá sær og tvinga kommunurnar, at átaka sær landsuppgávur, sum at byggja sambýlir og røktarheim. Somuleiðis eru kommunurnar noyddar at gjalda fyri [...] sigur, at landið rindar upp til 50 prosent, um kommunurnar eisini gjalda 50 prosent. Hendan lóg vísur greitt, at landið ígjøgnum sítt lógarsmíð, vil tvinga eldraøki yvir á kommunurnar. At siga, at pengarnir [...] eisini verði møguligt hjá kommununum, at útbygt tilboðini til barnafamiljur um avtalan var yvirhildin av landinum. Men av tí at landið ikki yvirheldur sínar avtalur, sum at byggja sambýlir og røktarheim, gjalda
Formaður Javnaðarfloksins heldur tað eisini vera gott at síggja, at øll fólk, eisini tey, sum vóru í iva, eru sannførd um, at íløgan er skilagóð, og at hon letur upp fyri nøkrum møguleikum í samferðslukervinum [...] ikki fyri, at hann tøkniliga sæð er sera hugtikin av hesum arbeiðinum, at tað hevur gingið so væl, og hvussu væl tað er fráfarið og hvussu snøggur tunnilin er vorðin. -Eg kann ikki lata vera við at samanbera [...] ivist ikki í, at koma vit væl frá hesum, og tað er tað alt, sum bendir á, so eru møguleikar fyri at halda fram við líknandi verkætlanum sum hesum. Jóannes Eidesgaard ivast tí heldur ikki í, at tunnil um
farið varð undir at byggja húsini. Men so senda tríggir grannar eina kæru til Landsstýrið, har víst verður á, at byggingin er í stríð við byggisamtyktina fyri økið. Kæran er undirskrivað at Ólavi Ellefsen [...] teimum viðhald, og gevur býráðnum boð um, at byggingin ikki kann halda fram, uttan at byggisamtyktin verður broytt samstundis. Meirilutin í býráðnum metir tó, at talan bert er um eitt smávegis frávík frá [...] og tí var ikki neyðugt at broyta alla samtyktina fyri økið, og tí fær maðurin loyvi at halda fram. Hesum sjónarmiði tekur Landsstýrið ikki undir við og áleggur tí býráðnum at steðga byggingini alt fyri