Jóhan Páll keypir flakavirkið í Hvalba

Eftir at flakavirkið í Hvalba hevur ligið stilt síðan 1. september er nú líkt til, at virksemi aftur verður á virkinum. Maru Seafood, sum Jóhan Páll og Jóhan David Joensen eiga í felag, hevur saman við einum samtaki av hvalbingum keypt flakavirkið. Keypsprísurin verður ikki upplýstur

Tað eru arbeiðsmannafelagið, arbeiðskvinnufelagið og nakrir av djúpvatnstrolarunum í Hvalba, ið saman við Maru Seafood í Klaksvík hava keypt virkið frá Føroya Sparikassa og Nykredit.
Virkið hevur ligið stilt síðan 1. september, tá Heilsufrøðiliga Starvsstovan kravdi, at virkið lat aftur. Orsøkin var, at tað ikki leyk tey heilsufrøðiligu krøvini, sum sett verða einum virki.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevði givið eigarunum fleiri ávaringar, og tá einki varð gjørt við at betra um viðurskiftini, varð virkið latið aftur.

Leingi á veg
Tað hevur leingi ljóðað, at felagið í Klaksvík, Maru Seafood, arbeiddi við at keypa virkið.
? Vit hava arbeitt við hesi ætlanini síðan september mánað, men einki spurdist burturúr fyrr enn nú, sigur Jóhan Páll Joensen, ið ikki vil upplýsa keypsprísin nú.
Hann sigur, at virkið verður rikið eftir sama leisti sum áður. Tá arbeiddi virkið við djúpvatnsfiskasløgum so sum kongafiski, svartkalva og upsa. Tað verða djúpvatnstrolararnir úr Hvalba, ið fara at veita virkinum rávøru.
Jóhan Páll veit ikki, nær virkið letur upp. Hann væntar tó, at nakrir mánaðir ganga, áðrenn framleiðslan kann byrja aftur.
Krøvini hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni skulu lúkast. Hetta krevur umvæling av sjálvum bygninginum og umlegging av arbeiðsgongdini. Tá hetta er fingið í rættlag, verður latið upp.
Virkið plagdi at hava eini 50 arbeiðsfólk, og nýggju eigararnir vænta, at talið verður á leið tað sama.
? Vit halda heilt avgjørt, at hetta virkið hevur møguleika at standa seg væl, og tað er orsøkin til, at vit gera hesa íløgu, sigur Jóhan Páll Joensen.

Fýra virkir
Hetta er fjórða virki, ið Maru Seafood eigur lut í. Felagið varð stovnað í 1998, tá Jóhan Páll og Jóhan David, ið eru systkinabørn, tóku seg úr Kósini í Klaksvík.
Síðani hava teir stovnað virkið Sammut í Klaksvík, ið virkar saltfisk. Maru Seafood eigur eisini part í Norðís á Eiði, ið fæst við frysting og royking, og Vestís í Sørvági, ið virkar saltfisk.
Nú hava teir báðir eisini keypt seg inn í virkið í Hvalba.
Jóhan Páll upplýsir, at Maru Seafood eigur tveir triðingar í øllum hesum virkjunum. Tó verður heldur øðrvísi í virkinum í Hvalba, har partarnir fara at eiga hvør sín helming.
Hann væntar, at tvey feløg verða knýtt at virkinum. Felagið hjá hvalbingum fer at eiga sjálvan bygningin, meðan Maru Seafood fer at standa fyri rakstrinum.