Formansskifti
Eyðun Elttør, landsstýrismaður, varð týskvøldið valdur til formann í Sjálvstýrisflokkinum. Hann vil sleppa burtur úr vanulukkuligu støðuni, flokkurin er í, við hjálp frá fótfólkinum úti í lokalfeløgunum.
?Vit mugu vera savnandi og leggja tað gamla aftur um, sigur Eyðun Elttør, sum eins og Paulus gamli ásannar, at tað gamla er farið, og alt er vorðið nýtt.
Ella eigur helst at verða nýtt, tekur hann aftur í aftur. Tí hóast vit oftast siga tað og fegin vilja tað, er ringt at gloyma sovorðið, sum tað Sjálvstýrisflokkurin hevur verið ígjøgnum seinnu tíðina.
Men nú er bara eitt at gera, og tað er at koma upp eftir aftur, sigur Eyðun Elttør. Men hann ásannar í sama andadrátti, at tða verðu øgiliga tungt, soleiðis sum flokkurin liggur í løtuni.
Uppskriftina hevur hann bara ta einu. Tað er at fara út at fáa lokalfeløgini at hjálpa sær við arbeiðinum. Tað verður eisini strævið, men hann fer at gera tað, sigur hann.
Eyðun Elttør sigur, at tað var í fullari semju á landsnevndarfundinum, at hann tók við sum formðaur í Sjálvstýrisflokkinum.
Floksformaðurin, Sámal Petur í Grund, ynskti sjálvur at sleppa frá og skeyt upp, at næstformaðurin, Eyðun Elttør, tók við. Hesum var eingin á fundinum imóti, sigur Eyðun Elttør, og hann tók so uppgávuna á seg.
Í løtuni er bygnaðurin ikki heilt í lagi kortini, tí eingin næstformaður er valdur í staðin fyri Eyðun Elttør. Sambært fyriskriftunum eru bara tveir møguleikar í løtuni. Teir eru Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður ella Kári Højgaard, løgtingsmaður. Men hetta fer floksleiðslan at viðgera í næstum, sigur formaðurin.
Landsnevndin skipaði seg við Ronaldi Poulsen í Havn sum formanni, og Jyttu Juul í Funningi sum næstformanni.
Hetta at hann skuldi taka við sum formaður nú, kom í grundini ikki óvart á hann, sigur Eyðun Elttør. Tí longu beint eftir fólkatingsvlaið, róði Sámal Petur í Grund fram undir, at hann helst átti at taka seg aftur, nú tað gekk so út av lagi illa við valinum. Serliga hjá honum persónliga.
Politiskt verður eingin broyting annars, sigur Eyðun Elttør. Bæði hann sjálvur og Sámal Pettur í Grund fara at halda fram sum landstýrismenn, og Kári Højgaard er løgtingsmaður floksins.