Ferðasambandið til og úr Suðuroy

Nær fáa suðringar ágóðan av broyttari ferðaætlan?

 

Tvøroyrar kommuna heitti í juli 2001 á landsstýrismannin í vinnumálum um, at søkja um økta játtan á fíggjarlógini til suðuroyarleiðini so at títtleikin hjá Smyrli kundi økjast og verða galdandi alt ári.

Hendan áheitan kom, tí núverandi ferðaætlanin hevur tað við sær, at suðringar brúka alt ov nógva óneyuðuga bíðitíð, 6-10 tímar, í Tórshavn fyri at sleppa suður aftur.


Uppskot og svar

Skoti var upp, at ferðaætlanin fyri fríggjadag var brúkilig við smærri broytingum og kundi brúkast allar verkadagar í vikuni. Skoti var eisini upp, at Smyril kundi silgt 3 ferðir aftur og fram ein dag í viku fyri at nøkta ?sertørvin? hjá norðingum. Somuleiðis skilja vit ikki, at Tyrlan ikki kann brúkast meira á hesari farðleið.

Tvøroyrar kommuna fær svar 4 mánaðir eftir áheitanina og sagt verður at landsstýrismaðurin hevur avgjørt at fylgja hesa áheitan og hevur skoti upp, at túratali verður økt við einum túri (t/r) týsdag, at galda frá 1. november 2001.

Somuleiðis verður sagt, at um játtan fast til endamálið á fíggjarlógini fyri 2002, er tað eisini ætlanin at túratali skal økjast í komandi ári, so Smyril kann sigla tveir túrar aftur og fram hvønn dag í vikuni.


Broytingar

Túrurin týsdag kom í gildi 27. november 2001, men tað sær út til at SL í ávísan mun hevur gloymt busskoyringina í hesum sambandi.

Túrurin leygardag kl. 0945 úr Tórshavn verður ikki sigldur frá 1. november. Er tað ikki nakar í landstýrinum ella á SL sum hevur tonkt uppá, at sjálvt um eingin fótbóltur er um veturin so er tað aðrar ítróttargreinir, sum hava brúk fyri hesun túri?


Dupulttúrar

At siglt verður minst tveir túrar aftur og fram hvønn dag í vikuni má verða ein sjálvfylgja, men hvat í harrans navni skulu suðringar brúka túrarnar mána-týs og mikudag kl. 10.00 úr Tórshavn til? fara norður og venda á keiðuni í Tórshavn?

Broyti fráferðurnar á hesum túrum til millum kl. 12 ella 14 úr Tórshavn, so hevði tað verði eitt sindur meira skil í ferðaætlanini.

At játtandi myndugleikarnir ikki vilja brúka 1/10 av einum prosenti av fíggjarætlanini til at betra ferðasambandið til Suðuroyar við, kunnu vit sum búleikast her suðri ikki góðtaka