Føroya Rættur er farin undir at viðgera rættarmálið millum Tórshavnar Býráð og Føroya Landsstýrið øðrumegin og Jóhan Mac Donald hinumegin.
Býráðið gav manninum loyvi at byggja eini sethús á eini neystatekju úti í Bakka, sum er úti á Reyni í Havn. Leigusáttmáli varð undirskrivaður og farið varð undir at byggja húsini.
Men so senda tríggir grannar eina kæru til Landsstýrið, har víst verður á, at byggingin er í stríð við byggisamtyktina fyri økið. Kæran er undirskrivað at Ólavi Ellefsen, Jonhardi Eliasen og Elin Holm.
Landsstýrið gevur teimum viðhald, og gevur býráðnum boð um, at byggingin ikki kann halda fram, uttan at byggisamtyktin verður broytt samstundis.
Meirilutin í býráðnum metir tó, at talan bert er um eitt smávegis frávík frá byggisamtyktini, og tí var ikki neyðugt at broyta alla samtyktina fyri økið, og tí fær maðurin loyvi at halda fram.
Hesum sjónarmiði tekur Landsstýrið ikki undir við og áleggur tí býráðnum at steðga byggingini alt fyri eitt.
Maðurin, ið byggir húsini, metir seg tó ikki hava gjørt nakað skeivt í hesum málinum, og hann heldur tí fram at byggja. Býráðið sendir síðani málið í Fútarættin, ið setir fútabann ímóti byggingini.
Síðani hava Landsstýrið og Tórshavnar Býráð stevnt Jóhan Mac Donald, har tey krevja, at maðurin viðurkennir bannið.
Halgir Winther Poulsen, ið er advokatur hjá manninum, krevur fríkenning, tí hann ikki hevur forbrotið seg á nakran hátt. Hann fílist á, at maðurin onga upplýsing hevur fingið hvørki frá býráði ella landsstýri. Hann hevur einki bræv ella kunning fingið um málið, og harvið hevur umsitingin brotið fleiri reglur. Vegna hesi brot skuldi maðurin so fríkennast.
Fyrsti úrskurðurin
Dómarin, Henrik Møller, segði týsdagin fyrsta úrskurðin í málinum. Hann var, at Jóhan Mac Donald ikki kann fríkennast vegna formell mistøk hjá umsitingini í Landsstýrinum. Dómarin metti eisini, at Landsstýrið hevur heimild at taka slíkar avgerðir, sum tað gjørdi í hesum førinum.
Tó leggur dómarin dent á, at rætturin enn ikki hevur tikið støðu til, um henda umsitingarliga avgerðin hjá Landsstýrinum er røtt og eigur at standa við. Hetta verður tikið uppaftur seinni.
Stríðið um sethúsini úti í Bakka heldur nú fram í rættinum. Væntandi verður hetta eitt drúgt og umfatandi rættarmál.