Hækkandi arbeiðslønir og lækkandi marknaðarprísir

- Tað loysir seg ikki at framleiða hýsu, og tað loysir seg ikki at salta upsa, sigur Magnus Jespersen, stjóri á Delta Seafood og Sandoy Seafood


Fiskivinna

Tað gongur ikki væl hjá virkisliðnum.
  Magnus Jespersen, sum er stjóri á trimum fiskavirkjum, Delta Seafood á Tvøroyri og báðum virkjunum hjá Sandoy Seafood í Sandoynni, sigur, at vánalig marknaðarstøða, hækkandi lønir, lækkandi dollari og minni útboð av fiski hava elvt til, at lítil fiskur er arbeiddur á fiskavirkjunum kring landið, síðan verkfallið á privata arbeiðsmarknaðinum var av.

Alaska og Kina

- Eg vil siga, at tað sær dapurt út. Tað loysir seg ikki at arbeiða hýsu, og tað loysir seg ikki at salta upsa.
  Hann vísir á, at marknaðurin er yvirfyltur við fiski, sum er ringur at selja.
  - Bíligi upsin úr Alaska og bíligi toskurin úr Kina eru við til at gera støðuna hjá okkum uppaftur truplari.
  Magnus sigur, at marknaðarstøðan var heldur frægari og arbeiði á fiskavirkjunum støðugari undan verkfallinum, sum eisini førdi til eina lønarhækking, ið merkist.
  Norsk fiskivinnubløð hava gjørt nógv burtur úr, at ráfiskur úr Noregi í størri og størri mun endar í Kina, har hann verður virkaður bíliga og sendur út á marknaðin.
  Undir verkfallinum kom eisini fram, at fleiri fiskavirkir í Noregi eru afturlatin, tí framleiðslan hongur ikki saman.

Sær dapurt út

- Hetta er ikki besta árstíð til fiskiskap og sølu av fiski, men eg haldi, vit síggja, hvønn veg tað ber.
  Magnus heldur, at tað veruliga sær dapurt út hjá virkisliðnum, soleiðis sum støðan er.
  - Tað kann ganga skjótt hvønn vegin, men í løtuni beri eg ótta fyri, at tað av álvara gongur tann skeiva vegin, sigur stjórin.
  Spurdur ítøkiliga, hví so lítið virksemið er á fiskavirkjunum kring landið júst nú, sigur hann:
  - Tá ið fiskurin ikki kann seljast, kann hann heldur ikki keypast.
  Hann veit ikki rættiliga at siga, hví so lítið útboð av fiski er í løtuni, men hann heldur, at tað partvís hongur saman við, at skipini ikki eru nøgd við prísirnar á marknaðinum.
  - Aftrat tí, at minni fiskur er at fáa, vænti eg, at ein fittur partur av veiðini hjá skipunum fer óvirkað av landinum, bæði beinleiðis og óbeinleiðis, sigur Magnus Jespersen, stjóri á Delta Seafood og Sandoy Seafood.