Kiosk Steinatún letur aftur mánadagin

Framtíðin hjá kioskini er rættiliga óviss, tí eingin leigari er funnin. Sum skilst, ætlar Tórshavnar Býráð at fremja nakrar broytingar við Kiosk Steinatún í heyst

Kiosk Steinatún letur eftir øllum at døma aftur mánadagin. Fyri trimum mánaðum síðan, boðaði Súsanna Vinther Tórshavnar Býráð frá, at hon segði kioskina frá sær. Hon hevur rikið Kiosk Steinatún í góð 14 ár, og nú er tíðin búgvin at royna okkurt annað. ? Vit eru koyrd troytt av arbeiðnum, og tí ætla vit at royna okkurt annað, sigur Súsanna Vinther.

Tey høvdu sjálvi funnið fram ein nýggjan leigara, og alt lá klárt til, at hesin skuldi taka yvir frá 1.juli, men so brast ætlanin. Fyri viku síðan fingu Súsanna og maðurin Bogi skelkandi tíðindi, tí Býráði boðaði teimum frá, at stórar broytingar skulu gerast við kioskina. Tá tey spurdu meira ítøkiligt, um hvørjar broytingar talan var um, varð sagt, at tað var ikki avgjørt enn.
Tá Tórshavnar Býráð ikki vildi koma nærri á hvørjar brooytingar skulu fremjast, valdi nýggi leiðaran at hoppa frá avtaluni. Úrslitið er; at Kiosk Steinatún frá mánadegnum letur aftur, og óvist er nær, hon letur uppaftur.

Hørm
Súsanna og Bogi Winther er hørm um at kioskin nú letur aftur í úrtíð, tí ein stór tænasta dettur niðurfyri. Kioskin í Steinatúni er uttan iva eitt av støðunum í høvuðsstaðnum, sum eru mest vitjaði.
Kioskin liggur rættiliga væl fyri, og nógv fólk koma á gátt um dagarnar. Serliga barnagarð- og skúlabørn eru nógv at síggja í Kiosk Steinatún, og staðið hevur øll árini havt stóran týdning fyri havnarborgarar. Umframt kiosk virksemi, so hevur Kiosk Steinatún eisini havt busstænastuna um hendið, og letur kioskin aftur, og so dettur tænastan dettur niðurfyri.

? Vit eru sera hørm um støðuna, tí vit vildu gjarna hava, at kundarnir ikki fóru at merkja, at vit gevast, men nú er líkt til at júst tað hendir, og tað er stak óheppið, sigur Bogi Winther.

Tey siga seg skilja fullvæl, at nýggi leiðarin hoppaði frá, tí hvør ger eina íløgu í eina kiosk, sum eingin veit hvat hendir við, spyrja Súsanna og Bogi. Sum støðan er, so letur kioskin aftur mánadagin, og vantast kann rok, tí hvør fer at taka sær søluna av busskortum, mánaðarkortum os.fr.
Vit hava roynt at fingið orðið á fíggjarnevndina hjá býráðnum, sum hevur málið um hendið, men formaðurin í nevndini, Jan Christiansen, var ikki at hitta, áðrenn tíðarfreist okkara var útið.