Svøríki er einasta liðið við fullum stigatali, fýra stigum í EM-millumbólki 2.
Í Malmö Arena vann Svøríki í kvøld 35-31 á Slovenia. Tað var tó Slovenia, ið var á odda 15-13 í steðginum. Tá 40 minuttir vóru leiktir var Svøríki á odda 21-19, og teir hildu eftir tað fast í leiðsluni.
Við sjey málum var Lukas Sandell toppskjútti hjá Svøríki. Domen Makuc var við átta málum toppskjútti hjá Slovenia.
Fyrr í dag vann Kroatia 30-29 (19-15) á Íslandi, og Sveis og Ungarn leiktu javnt 29-29. Sveis var á odda 20-14 í steðginum.
Aftaná tvey umfør hevur Svøríki fýra stig. Kroatia, Ísland og Slovenia hava tvey stig hvør, meðan Sveis og Ungarn hava eitt stig hvør.
HER er skráin fyri millumbólk 2:
23. januar: Ísland – Kroatia 29-30
23. januar: Sveis – Ungarn 29-29
23. januar: Slovenia – Svøríki 31-35
25. januar: Slovenia – Ungarn, kl. 14.30.
25. januar: Ísland – Svøríki, kl. 17.
25. januar: Sveis – Kroatia, kl. 19.30.
27. januar: Sveis – Ísland, kl. 14.30.
27. januar: Slovenia – Kroatia, kl. 17.
27. januar: Svøríki – Ungarn, kl. 19.30.
28. januar: Slovenia – Ísland, kl. 14.30.
28. januar: Kroatia – Ungarn, kl. 17.
28. januar: Sveis – Svøríki, kl. 19.30.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá Eurohandball frá dystinum Slovenia-Svøríki 31-35 (15-13):
##med2##











