Taekwondofelagið, Hwarang Føroyar er komið til Danmarkar, har seks kemparar skulu luttaka í Nordic Taekwondo Championship 2026 í vikuskiftinum, og kappast verður í Skanderborg.
Kappingin gevur íðkarunum hjá felaganum møguleika at kempa á hægsta stigi í Norðanlondum, har tey bestu úr Noregi, Svøríki, Danmark, Íslandi og Finnlandi kempast.
- Hesin pallurin gevur føroysku íðkarunum venjing til enn størri kappingar kring í heiminum innan taekwondo kampítrótt.
Í taekwondofelagnum Hwarang Føroyar vísa tey á, at fleiri hundrað luttakarar eru við í Nordic Taekwondo Championship 2026.
- Hwarang Føroyar luttekur hesaferð við seks íðkarum. Føroysku íðkararnir venja í Søldarfirði, og teir mugu av landinum fyri at sleppa at kempa, og tískil er ein slíkur túrur sum hesin sera mennandi og læruríkur.
Høgni Kunoy Dávason býr í Keypmannahavn og venur við Nørrebro Taekwondo Klub, men kempar sjálvandi fyri Føroyar.
Føroysku taekwondo íðkarnir eru:
Jónar Kristiansson Poulsen - 41 kg. (Kadet)
Stefan J. Mifsud - 48 kg. (Junior)
Jerrold Balagasay - 45 kg. (Junior)
Boas Hansen - 68 kg. (Junior)
Prashim Khadka - 54 kg. (Senior)
Høgni Kunoy Dávason - 74 kg. (Senior)











