Bakkafrost á lista við 100 burð­ar­dygg­astu fyri­tøk­um í heiminum

Bakkafrost á lista hjá Corporate Knights yvir 100 tær mest burðardyggu fyritøkurnar í heiminum

 

Bakkafrost er fyri fyrstu ferð komið á Global 100 listan hjá Corporate Knights. Ein listi yvir heimsins mest burðardyggu fyritøkur. Á listanum er Bakkafrost nr. 83 yvir allar fyritøkur og nr. 2 í bólkinum Food and Beverage Manufacturing.

Global 100 listin verður gjørdur og útgivin av greiningar- og miðlafyritøkuni Corporate Knights, og varð almannakunngjørdur á World Economic Forum fundinum í Davos mikumorgunin.

At Bakkafrost er við á 2026 Global 100 listanum endurspeglar eitt áhaldandi arbeiði í at fremja burðardygt virkemi. Burðardygdarstrategiin hjá Bakkafrost byggir á greið mál um, at øll virðisketan stendur mát við hægstu altjóða krøv um burðardygd og gjøgnumskygni. Harafturat, at tilfeingið verður nýtt við ábyrgd, at minka um umhvørvisávirkan og skapa virði fyri áhugapartar og samfelagið.

 

 

Um Corporate Knights Global 100

Corporate Knights Global 100 er ein listi yvir 100 tær mest burðardyggu fyritøkurnar í heiminum. Við í metingini eru børsskrásettar fyritøkur við einum árligum umsetningini oman fyri US$1 mia. Metingin leggur dent á burðardygg lyklatøl, sum eru knýtt at vørum og virkseminum hjá fyritøkunum.

2026 Global 100 listin er at finna á heimasíðuni hjá Corporate Knights: 2026 Global 100 list