Sambandsløgmaðurin í 80-unum forpurraði Gásadalsbergholið, takk fyri tað. Sambandslandsstýrismaður úr Vágum reypar um, at hann í 1989 kláraði at steðga undirsjóartunnlinum undir Vestmannasund. Sambandsløgmaðurin í 90-unum kom í 96 eftir flogvanlukkuna í Selvík við útmelding um, at flogvøllurin í Vágum var óforsvarligur, og at nýggjur flogvøllur skuldi byggjast aðrastaðni í landinum. Danir søgdu takk og knallaðu kassan í: Allar danskar útbyggingarætlanir av flogvøllinum steðgaðu, og hava danir hildið fast síðan tá. Tøkkina eigur Sambandsflokkurin.
Í 1997 skrivaði Sámal Petur Í Grund, landsstýrismaður, eitt bræv til samgongulimir, um teir hildu, at arbeiðast skuldi við undirsjóartunnli undir Vestmannasund. Sambandsløgmaðurin gjørdist so frá sær sjálvum um hesa øru ætlan hjá Sámal Peturi, at hann var uppsagdur upp á grátt pappír. Takk til Sambandsflokkin.
Stuðulin soltin
Í hesum valskeiðnum er sera nógv hent í Vágum, kanska meir enn nakrantíð. Byrjað er upp á Gásadalsbergholið, men allur Sambandsflokkurin atkvøddi ímóti uppskotinum at játta peningin. Takk fyri tað.
Nýggj tyrla er keypt til m.a at røkja sambandið við útoyggjar og til leiting og bjarging av sjófólki. Ikki ein atkvøða frá sambandstinglimunum var fyri. Takk fyri tann stuðulin.
Allur Sambandsflokkurin atkvøddi ímóti yvirtøku av Skipaeftirlitinum, eisini sambandstingmaðurin úr Vágum. Tað eydnaðist tó uttan Sambandið at fáa uppskotið samtykt, og kemur Skipaeftirlitið at liggja í Vágum. Sambandsflokkurin eigur takk fyri stuðulin.
Tá atkvøðast skuldi um at fáa gongd á undirsjóartunnilin, atkvøddi allur Sambandsflokkurin ímóti fasta sambandinum um Vestmannasund. Ja, trúgv tí, ið vil. Vágatingmaðurin hjá Sambandsflokkinum atkvøddi ímóti undirsjóartunnlinum. Tó skal viðmerkjast, at hann segð,i at tað var av óvart. Vit takka fyri stuðulin, har var jú næstan ein atkvøða fyri.
Fólkaflokkurin sum ein maður
Alt í alt eigur Sambandsflokkurin størstu tøkkina fyri at flokkurin hevur sitið í andstøðu hesi 4 árini. Tað hevur givið Fólkaflokkinum møguleika at fremja størsta framburð fyri Vágoynna nakrantíð. Í løgtingið og í landsstýrið hevur Fólkaflokkurin staðið sum ein maður fyri Vágoynna, og har hevur flokkurin við tógvið stríð við hinar megnað at fingið meirluta fyri uppskotunum, tó at hjálpin fra Sambandsflokkinum var soltin. Vit vóna, at Sambandsflokkurin verður betur í framtíðini, eisini um tað verður í samgongu. Men Sambandsflokkurin eigur størstu tøkkina fyri, at hann hevur sitið í andstøðu hetta valskeiði. Túsund takk.