Hondbóltur ? kvinnur
Tveir av dystunum í bestu kvinnudeildini hetta vikuskiftið verða endurtøkur av dystum frá seinasta umfarinum í grundspælinum.
Tá vunnu VÍF og Neistin tryggar sigrar á ávíkavist Sóljuni og VB, og í øllum førum má roknast við, at Sóljan fer at fáa meira enn trupult við at broyta nakað sum helst í so máta, tá VÍF nú aftur kemur á vitjan.
Viðvíkjandi VB, so er eingin loyna, at tær helst ætla sær eitt øðrvísi úrslit, nú tær aftur leggja leiðina til Havnar. Hvørt hetta so fer at eydnast, er ein spurningur, sum ikki skal svarast her, men tað er givið, at um VB ikki megnar at fáa bæði stigini í hesi uppgerðini, so kann tað gerast meira enn trupult hjá teimum at blanda seg upp í heiðursmerkjastríðið, har tær annars heilt víst ætlaðu sær at vera, tá lagt varð til brots undan kappingarárinum.
Spennandi á Hálsi
Tað er tó ikki minst dysturin millum Kyndil og Stjørnuna, sum tykist spennandi í hesum umfarinum hjá kvinnunum.
Tá komið var gott og væl um helvtina av grundspælinum, vóru lítil og eingi tekin um, at hendan uppgerðin skuldi gerast serliga spennandi, men sum seinastu vikurnar undan jólum lagaðu seg, er magnt snarað á í so máta.
Kyndil byrjaði loksins at sýna tað spæl, sum tey flestu vita tær eru førar fyri, og hetta gav teimum eisini nøkur harðliga tiltrongd stig beint undan jólasteðginum, soleiðis at tær fingu lyft seg úr botninum.