Vágatunnilin
Hann dylur ikki fyri, at hann tøkniliga sæð er sera hugtikin av hesum arbeiðinum, at tað hevur gingið so væl, og hvussu væl tað er fráfarið og hvussu snøggur tunnilin er vorðin. -Eg kann ikki lata vera við at samanbera hetta arbeiðið við arbeiðið uppá tunnilin millum Tvøroyri og Hvalba, har menn spentu seg fastar í bjálkar og boraðu við hond. Nú sær man, hvussu stór tøkniliga menningin hevur verið, nú ein maður situr og stýrir einum borivogni, ið ger arbeiðið.
Formaður Javnaðarfloksins heldur tað eisini vera gott at síggja, at øll fólk, eisini tey, sum vóru í iva, eru sannførd um, at íløgan er skilagóð, og at hon letur upp fyri nøkrum møguleikum í samferðslukervinum í Føroyum, har vit hava náttúrligar forðingar við sundum og firðum og fjøllum. ?Eg ivist ikki í, at koma vit væl frá hesum, og tað er tað alt, sum bendir á, so eru møguleikar fyri at halda fram við líknandi verkætlanum sum hesum.
Jóannes Eidesgaard ivast tí heldur ikki í, at tunnil um Lorvíksfjørð eisini er eitt skilagott projekt. Alt bendir nevniliga á, at tann tunnilin verður eitt náttúrligt framhald av Vágatunlinum. ?Tað er sera umráðandi, at vit tí heysta nakrar royndir av hesum arbeiðinum, bæði hvat íløgu og rakstri viðvíkur, hvønn týdning ein slíkur undirsjóvartunnil hevur fyri land og fólk, hvat hann merkir fyri ferðamynsturið osfr. So dagurin í dag hevur heilt vist latið meira upp fyri møguleikanum at gera tunnil til Norðoyggjar heldur tingmaðurin.
Vit spurdu Jóannes Eidesgaard, um tað ikki hevði verið betri at bíðað við einum stórum Suðuroyarskipi og heldur útbygt sambandið við tunlum. Til tað sigur hann, at vit mugu vera so mikið realistisk og innsíggja, at fast samband til Suðuroyar neyvan verður veruleiki í okkara tíð. Tí er nýggja suðuroyarskipið avgjørt neyðugt.
Hann heldur tað tó ikki vera veruleikafjart at hugsa um fast samband til Sandoynna, og tað letur so eisini upp fyri møguleikanum, at Suðuroyggin kann fáa eitt annað ferðamynstur enn tað hon hevur, nevniliga við føstum sambandi um Skopunarfjørð.
Alt í alt heldur formaður Javnaðarfloksins, at íløgan í Vágatunnilin letur upp fyri nøkrum møguleikum, sum vit kanska ikki hava hugsað um, tá vit hava umrøtt samferðslukervið í Føroyum.









