Tað er nærum ein fimmfalding samanborið við 2024, tá umleið 3,5 milliónir tollfráboðanir vórðu skrásettar.
Tað upplýsir danska Tollstyrelsen í tíðindaskrivi.
– Seinasta árið hava vit upplivað eina nærum fimmfalding í talinum av pakkum, serliga úr Kina, sum koma til Danmarkar. Tað er ein sera stórur vøkstur, sum eisini sæst í øðrum evropeiskum londum, sigur stjórin í Tollstyrelsen, Christian Lützen.
Frá 1. juli koma nýggjar ES-reglur í gildi, sum merkja, at allir pakkar úr londum uttan fyri ES verða álagdir minst tríggjar evrur í tolli, svarandi til umleið 22 danskar krónur.
Higartil hava vørur undir 150 evrur verið frítiknar fyri tolli.
Sambært nýggju reglunum verður tollurin roknaður fyri hvønn vørubólk í pakkanum. Inniheldur ein pakki til dømis fimm sama slag T-shirts, verður tollur goldin einaferð. Inniheldur hann ymiskar vørur, verður tollur goldin fyri hvønn vørubólk.
Sambært Tollstyrelsen komu í alt 68 milliónir vørubólkar til Danmarkar í 2025.










