Í dag súkklar Team Rynkeby síðsta túr í Føroyum, áðrenn liðini fara av landinum 3. juli at súkkla longu leiðina til París
Á túrinum verður skipað fyri móttøku í ymiskum bygdum. Fyri løtu síðani vitjaðu súkklararnir á Strondum. Á parkeringsplássinum við rundkoyringina við Sjógv vóru børn og vaksin møtt at ynskja súkklarunum góða ferð. Forkvinnan í Trivnaðar- og Umhvørvisnevndini í Sjóvar kommunu bar eina heilsu fram, og handaði Team Rynkeby Føroyar stuðul.
##med2##
Skráin er henda:
Kl 10.30 - 11.10: Á Helnabrekku í Klaksvík. Klaksvíkar Kommuna er vertur.
Kl 11.20 – 11.35: Klaksvíkar sjúkrahús.
Kl 12.10 – 12.35: Eystur kommuna í Norðragøtu.
Kl 13.05 – 13.20: Bakkafrost á Glyvrum.
Kl 13.25 – 13.50: Betri í Saltangará.
Kl 14.00 – 14.30: Nes kommuna, Toftir.
Kl 14.50 - 15.15: Sjóvar kommuna, Strendur
Kl 16.30– 17.00: Mørkin, Streymnes. Sunda Kommuna er vertur.
Kl 18.45 – 19.30: Perlutorgið, Reinsaríið í Havn. Tórshavnar kommuna er vertur.
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##





















