Landið hevur fulla ábyrgd av eldraøkinum í Føroyum

Avtala er gjørd millum land og kommunur um, at kommunurnar hava fulla ábyrgd av barnaansingarøkinum og landið fulla ábyrgd av øllum innan eldraøki, pensjónsøki v.m.

Avtalan
Hetta er ein greið avtala har kommunurnar átaka sær, at umsita og gjalda fyri alt barnaansingarøki, bæði rakstur og íløgur. Somuleiðis áleggur hendan avtalan landinum alla ábyrgd av eldraøkinum í Føroyum og hevur hetta við sær, at tað er landið, sum skal gjalda fyri rakstur og íløgur.

Ábyrgdin hjá landinum, sum einki vil gera.
Landið skal byggja og reka røktar,-ellis,-avlamis, -umlættingar,- vistarheim, dagstovnar og sambýlir, tí landið hevur alla ábyrgdina av hesum økið.
Í dag, ár 2002, er tað í Føroyum pláss fyri 257 fólkum á ellis og røktarheimun, meðan tørvurin er 996, hetta eru tøl frá fíggjarætlanini ár 2002.
Við einki at gera, hevur samgongan blaka ábyrgduna frá sær og tvinga kommunurnar, at átaka sær landsuppgávur, sum at byggja sambýlir og røktarheim.
Somuleiðis eru kommunurnar noyddar at gjalda fyri náttarvagt á sambýlinum, tí annars vóru hesu búfólk, har nógv skuldu verði á einum røktarheimi, einsamøll um náttina og tað kann eingin uttan landið góðtaka.

Ábyrgdin hjá kommununum
Avtalan er greið, tí kommunurnar hava átiki sær ábyrgdina av barnaansingarøkinum. Tað skuldi eisini verði møguligt hjá kommununum, at útbygt tilboðini til barnafamiljur um avtalan var yvirhildin av landinum.
Men av tí at landið ikki yvirheldur sínar avtalur, sum at byggja sambýlir og røktarheim, gjalda rakstur og lønir, verður tað fíggjarliga tungt hjá nógvum kommunum, at bjóða barnafamiljum nóg góð tilboð um barnaansing.

Sova løgtingsmenn í tímanum
Mær vitandi hevur landið goldið 90 prosent av røktarheimsbygging, men nú hevur løgtingið viðtiki eina nýggja lóg, sum sigur, at landið rindar upp til 50 prosent, um kommunurnar eisini gjalda 50 prosent.
Hendan lóg vísur greitt, at landið ígjøgnum sítt lógarsmíð, vil tvinga eldraøki yvir á kommunurnar. At siga, at pengarnir fylgja við er ein stór lygn, tí tað er bert avsett 10 mill krónur til íløgur fyri alllar Føroyar og øll vita at tørvurin er nógv størri.
Eg undrist stórliga yvir, at løgtingspolitikarar sum kenna eitt sindur til kommunal viðurskiftið takað undir við hesum sjónleikinum, sum fer fram ídag.

Skommin
Sum eg byrjaði við, so er tað ábyrgdin hjá landinum og ongum øðrum, at byggja og reka alt, sum hevur við eldrarøkt at gera.
At samgongan ikki vil taka ábyrgd av hesum økið, verður so teirra skomm.