møguleikar at bjóða tí unga fólkinum, bæði í sambandi við arbeiði og útbúgving. Tað er m.a. tí, at okkara fólkatal veksur, meðan teirra hevur hug at standa í stað ella fella. Og so kemur hartil, at teir liggja [...] til, at oljupengarnir ikki fara at streyma inn í samfelagið eins nógv sum higartil. Í hesum førinum kann man so siga, at støðan hjá teimum og okkum líkist, nú tað enn ikki hevur eydnast okkum at fáa inntøkur [...] heldur tó, at finna vit bert minni nøgdir, so vil man nokk hyggja at, um tað er tað rætta. Og tað sum man vil gera er tað, sum tænir tí føroyska samfelagnum best. Man má ikki bara hyggja at krónum og oyrum
tíðina skulu vit fyrst og fremst hugsa um at selja og promovera hesa fløguna og royna at syrgja fyri, at hon kemur víða um. Vit royna nú at leggja brenni á báli, so at login verður enn størri, tekur Steintór [...] savnað saman at spæla og framleiða fløguna. Steintór sigur, at tað hevur verið eitt stórt og tíðarkrevjandi arbeiði at fáa alt hetta maskinaríi at koyra, tí tað eru so nógv fólk tengd at verkætlanini. [...] hjá Brandi Enni. Hann heldur, at sangarin hevur formatið at standa seg uttanlands, men tann stóri spurningurin er nú, hvussu danir taka ímóti Brandi, og um teir eru sinnaðir at keypa fløguna. ? Komandi tíðina
undir við tankanum. ? Vit eiga at stuðla hesum ungu í at virka heldur enn at vera ansað. Vit eiga at geva teimum eitt høvi at fáa økt lívsvirði og skapa fortreytir fyri, at tey kunnu gerast ein integreraður [...] hava ongastaðni at fara, tá tey eru liðug við fólkaskúlan. Hetta hevur verið til stórt fortreð hjá teimum, ið varða av, og tí hava tey heitt á myndugleikarnar um at skipa soleiðis fyri, at tey fáa okkurt [...] august, er at menna tey ungu til eitt sjálvstøðugt lív eftir lokið skúlaskeið. Høvuðsdenturin skal leggjast á upplæring í praktiskum arbeiði, soleiðis at næmingarnir fáa betri møguleika at seta føtur undir
Fróðskaparfelagið fer nú at víðka um virksemi sítt við at birta upp undir framtíðar granskingarverkætlanir í Føroyum. Til tess at bøta um samskiftið millum føroyskar granskarar og til at mennavaksa um føroyska [...] greiðir frá hugtakinum ?at granska?. Fundarfólkið fer síðan í bólkum at gera uppskot til komandi verkætlanir. At enda verður felagsfundur um uppskotini. Á fundinum er eisini ætlanin, at føroyskir granskarar [...] hittast til tess at styrkja sambandið sínámillum og annars skifta orð um framtíðar granskingarverkætlanir í Føroyum. Tey ymsu frøðiøkini fáa høvi at skifta orð hvørt sær; men eisini er ætlanin, at tvørfrøðiligar
Í mong ár hevur verið trupult at fáa læknar at taka við sum kommunulæknar kring landið. Serliga hevur støðan verið ring í Sandoynni, men tað hevur eisini verið trupult at hava tveir kommunulæknar í sunnaru [...] Eisini onnur læknadømi í tí, vit kunnu nevna útjaðari ella hálvur útjaðari, hava merkt, at tað er ikki lætt at fáa læknar at støðast. Men nú ger hesin trupulleiki eisini um seg í miðøkjunum, og útlitini eru [...] Harafturat kann leggjast, at fleiri av læknunum hava ikki nógv ár afturat, og upplýst er, at eingin føroyingur tekur útbúgving sum kommunulækni í løtuni. Tí kann staðfestast, at støðan er alt annað enn góð
fyrispurningi á, at Rás eftir hálvumøðrum ári er vorðið fólksins útvarp, og at rásin eisini røkir public-service uppgávur, sum hava stóran týdning. Tí helt tingmaðurin fyri Fólkaflokkin, at tað Rás 2 kundi [...] broytingar í kringvarpslógini, og tá helt hann, at tað fór at verða gott høvi at kjakast um hesi viðurskifti. [...] ? Tað er ikki við lóg álagt Rás 2 at røkja nakrar ávísar skyldur, og tí havi eg ongar ætlanir um at lata Rás 2 ella aðra privata útvarpsstøð fáa part av lurtaragjaldinum. Hetta svar gav Óli Holm, land
Tí royni eg at gera mítt til at fáa ein væl umboðaðan tjóðveldisflokk á danating at tala sak føroyinga. Hepnast tað, so haldi eg meg hava verið við til at gera eina góða gerð. Men eg geri onki einsamallur [...] er trygdin fyri, at fullveldisgongdin heldur fram og verður framd í verki. Á hesum valinum eiga sjálvstýrissinnaðir føroyingar at vísa, at vit meina nakað við fullveldisætlanina, og at vit standa við hana [...] di. Í Føroyum valdar full semja um, at føroyingar eru sjálvstøðug tjóð. At føroyskt er tjóðarmál føroyinga. At føroyingar eiga ognarrættin til sítt egna land. Og at flaggið er okkara tjóðarmerki. Tjóð
persónum. Fyrsta var, at landsstýrismaðurin vendi sær til Fiskavirking og bað teir lata verða við at keypa flakamaskinu til ávíst slag av fiski_ Næsta søgan er, at ætlanin var at koyra Føroya Fiskavirking [...] søgan er, at landsstýrismaðurin ikki fylgdi tilmælum um hvør skuldi veljast í nevndina í Framtaksgrunninum. Eg havi tó ikki prógv fyri at hesar søgur eru rættar. Slíkar søgur gera, at tú fert at ivast í [...] trupult at skilja, hví allir mala sum hundur um heitan greyt. Hví melda menn ikki klárt út. Javnaðarflokkurin er ógvuliga tigandi. Sambandsflokkurin sigur sum minst. Nú málið er blást upp, er neyðugt at hava
og vit hava ongan áhuga í at gera tað trupult hjá arbeiðsgevarunum við at sýta teimum útlendska arbeiðsmegi, um tað er neyðugt fyri at hava arbeiði gangandi. Vit krevja, at sáttmálaviðurskiftini eru í [...] heimaftur. Georg veit eisini um, at aðrar útlendingar eru her heima og arbeiða, men hann heldur ikki, at hetta er nakar trupulleiki í løtuni. Fylgja gongdini - Vit eru fegin um, at nógv arbeiði er í landinum [...] Næstformaðurin sigur, at honum kunnugt, eru eingin slíkir trupulleikar í løtuni. Spurdur, um hann heldur, at útlendska arbeiðsmegin kann gerast ein hóttan, um nógv fleiri fólk koma higar at arbeiða, sigur hann
tjóðir, so eiga vit at fáa eitt sindur meira at vita enn tað, sum hevur verið ført fram, so vit veruliga vita, hvar vit kunnu seta inn fyri at betra um reinføri. Mær kemur fyri, at føroyingar verða meira [...] Eg skal geva teimum rætt, sum siga, at tað er hugstoytt at hoyra. Tað, sum eg kundi hugsa mær at vita, er hvussu henda dálking verður mátað. Einasti »parametur«, sum hoyrdist í tíðindunum, var í mun til [...] tald við. Vit vita, at føroyingar hava nógv størstu orkuna á sjónum, helst eisini í mun til aðrar tjóðir. Kundi tað ikki hugsast skilagott at rokna dálking pr. orkueind? Vit hoyrdu, at russar lógu ikki so