Mugu altíð gera hvat tænir Føroyum best

Tað vóru BP og myndugleikarnir í Hetlandi, sum skipaðu fyri oljuráðstevnuni í Lerwick í farnu viku. Úr Føroyum vórðu umboð fyri Oljumálaráðið við sjálvum oljumálaráðharranum á odda, umborð fyri Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, fyri Atlantsflog og Vinnuhúsið. Stjórin hjá BP í Føroyum, Hjarnar Djurhuus, sum tók sær av tí føroyska ferðalagnum, er nøgdur við túrin og vónar, at oljuráðstevnan, sum varð hildin í sambandi við, at tað eru 25 ár síðani, at Sullom Voe oljuhavnin varð tikin í brúk, er til gagn fyri bæði Hetland og Føroyar. Hann heldur tað er skilagott at hava eitt gott samstarv.

Oljuráðstevna í Lerwick




Hyggja vit at samfeløgunum Føroyar og Hetland, so kann tað tykjast sum vit í fyrstu syftu líkjast nógv, Teir hava 17 bygdar oyggjar eins og vit. Men so eru vit ikki eins meira. Tað at vit eru ein nógv meira sjálvstøðug tjóð ger okkara land so nógv øðrvísi enn teirra. Vit hava heilt øðvísi møguleikar at bjóða tí unga fólkinum, bæði í sambandi við arbeiði og útbúgving. Tað er m.a. tí, at okkara fólkatal veksur, meðan teirra hevur hug at standa í stað ella fella. Og so kemur hartil, at teir liggja tætt við eitt størri land. Nógv av tí unga fólkinum, sum m.a. fer til Skotlands, kemur ikki aftur.

Hvat oljuinntøkunum í Hetlandi viðvíkur, so sær tað út til, at oljupengarnir ikki fara at streyma inn í samfelagið eins nógv sum higartil. Í hesum førinum kann man so siga, at støðan hjá teimum og okkum líkist, nú tað enn ikki hevur eydnast okkum at fáa inntøkur frá oljuni.

-Eg skilji væl, at hetlendingar bjóða seg fram við Sullom Voe nú tann íløgan er gjørd og støðin liggur har og kann taka ímóti nógv meiri olju enn í dag. Men vit hava so eina lóg, sum sigur, at finna vit olju, so skal hon upp í Føroyum. Hjarnar Djurhuus heldur tó, at finna vit bert minni nøgdir, so vil man nokk hyggja at, um tað er tað rætta. Og tað sum man vil gera er tað, sum tænir tí føroyska samfelagnum best.

Man má ikki bara hyggja at krónum og oyrum, men eisini at umhvørvinum. Er tað skilagott. Metingin man ger má vera, hvat tænir føroyska samfelagnum best.