Um ársskiftið fór amerikanska útlendinga- og tollvaldið (ICE) undir eitt átak, sum kallaðist Operation Metro Surge.
Sambært amerikanska innanríkisráðnum er endamálið við átakinum at taka burtur "tað ringasta av tí ringasta" úr gøtunum í statinum Minnesota.
Hetta hevur elvt til fleiri harðlig álop, og tvey fólk eru dripin. Hendingarnar hava eisini elvt til stórar mótmælisgongur.
Her er eitt yvirlit yvir hendingarnar, har ICE-umboð í Minnesota hava verið við seinasta mánaðin.
* 1. januar 2026: Átakið Metro Surge verður sett í verk av amerikansku stjórnini. Sambært amerikanska uttanríkisráðnum varð átakið sett í verk, tí guvernørurin í Minnesota, Tim Walz, noktar at verja sítt egna fólk móti "drápsmonnum, neyðtøkumonnum, pedofilum og øðrum hættisligum persónum".
* 7. januar 2026: 37 ára gamla Renée Nicole Good verður skotin og dripin av einum ICE-umboði í Minneapolis. Sambært eygnavitnum var hon óvápnað, tá hon varð drigin úr bilinum og skotin tríggjar ferðir. Umboðsmenn lýstu Renée Nicole Good sum eina yvirgangskvinnu, sum royndi at koyra teir yvir.
* 8. januar 2026: Túsundtals mótmælisfólk savnast í gøtunum í Minneapolis fyri at mótmæla drápinum av Renée Nicole Good og harðligu leitingunum í Minnesota.
* 9. januar 2026: Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur, at drápið av Renée Nicole Good er ein sorgarleikur, men sigur samstundis, at hon var partur av einum netverki av løntum konspirationsteoretikarum á vinstraveinginum.
* 12. januar 2026: Staturin Minnesota og býirnir Minneapolis og Saint Paul stevna samveldisstjórnini og krevja, at virksemið Metro Surge verður steðgað beinanvegin.
* 15. januar 2026: Tríggir ákærar í rættarmálinum móti Nicole Renée Good leggja frá sær. Teir søgdu seinni, at teir vóru noyddir at flyta kanningina til lógarbrot hjá einkjumanninum heldur enn agentin, sum skeyt hana.
* 19. januar 2026: Amerikanska innanríkistmálaráðið gevur út eina fráboðan, har hon gevur eina fyrstu dagføring av átøkunum.
– Seinastu seks vikurnar hava okkara djørvu agentar handtikið yvir 3.000 ólógligar brotsmenn so sum drápsmenn, neyðtøkumenn og pedofilar. Ein stórur sigur fyri almennu trygdina, sigur Kristi Noem, amerikanski innanríkistrygdarráðharrin.
* 24. januar 2026: 37 ára gamli Alex Pretti verður skotin og dripin undir einum álopi í Minneapolis. Sambært løgreglufólki skutu teir hann í sjálvverju, tá hann royndi at "avrætta ein samveldisløgreglumann". Videoupptøkur frá staðnum vísa Pretti við telefon í hondini stutt áðrenn upptøkurnar.
Trump segði seinni, at løgreglumenninir skuldu sleppa at gera sítt arbeiði.
– Hann var vápnaður við byrsu og tveimum fullum magasinum. Hvat hendir? Hvar er lokala løgreglan? Hví eru tey ikki har fyri at verja ICE-agentar? Tað er tí, at guvernørurin dróg tey út, skrivar forsetin á Truth Social.
Tim Walz, guvernørur, kallar drápið "andstyggiligt".
– Eg havi sæð sjónvarpsbrotið úr fleiri vinklum, og tað er andstyggiligt. Rættarskipanin í Minnesota skal hava seinasta orðið. Staturin fer at avgreiða tað, punktum, sigur hann.
2025 var deyðiligasta árið hjá ICE í 20 ár. 35 fólk lótu lív í varðhaldinum hjá stovninum.
Keldur: Varðin, AFP, Heimatrygdin, BBC og Minnesota Daily.
/Ritzau/












